Kvotur geva frælsi

23. november 2017


Kvotur hava fleiri fyrimunir fram um fiskidagar, sum gera, at vit uttan iva eiga at velja eina kvotaskipan fram um eina fiskidagaskipan í sambandi við nýskipanina av fiskivinnuni. Størri avlop í vinnuni, betri góðsku og meirvirking av tilfeinginum eru øll viðurskifti, ið tala fyri eini kvotaskipan


Ov tunt kjak

Tá kjakast verður um, hvør skipan er betur fyri heimaflotan, fiskidagar ella kvotur, verður ofta víst á, at kvotur vera ásettar út frá fiskiskapinum í undanfarnum árum og eru tí ofta ikki heilt rætt ásettar í mun til fiskiskapin í inniverandi ári. Samstundis verður víst á, at fiskidagar geva fiskivinnuni frælsi til at fara eftir tí fiskatilfeingi, sum er tøkt í inniverandi ári. Er t.d. nógvur toskur til í sjónum, verður nógvur toskur fiskaður og er lítið til verður minni fiskað. Skipanin verður tí kallað at vera sjálvregulerandi.

 

Hesi sjónarmið eru alt ov grunn og ófullfíggjaði, tí tey einans siga ein lítlan part av samlaðu søguni.

 

Tá støða skal takast til um, hvørja skipan vit eiga at hava í komandi árum við nýggju fiskivinnunýskipanini má eitt nógv breiðari kjak til, sum lýsir fyrimunir og vansar við báðum skipanunum.

 

Fiskidagar er ein gjøgnumregulerað skipan

Fiskidagaskipanin er ikki einans ein spurningur um at áseta fiskidagar og síðan geva vinnuni frælsi.

 

Fiskidagaskipanin er ein sonevnd “effort-skipan”, sum leggur seg eftir at regulera innsatsin í fiskivinnuni, effortin. Skipanin regulerar harvið bæði fiskidagarnar, støddina á fiskiførunum, motororkuna, meskavíddina, húkatalið, umframt at nógvar leiðir verða stongdar fyri at tryggja seg ímóti yvirfiskiskapi. Harvið er talan um eina skipan, ið regulerar fiskiskapin niður í smálutir.

 

Avleiðingin, bæði í Føroyum og í øðrum londum, hevur víst seg at vera ein stirvin skipan, har vinnan ikki sleppur at tillaga seg til broyttar umstøður og samstundis hevur vinnan systematiskt hall.

 

Hetta kenna vit alt for væl í Føroyum, har vinnan stórt sæð hevur havt hall síðan tey góðu árini kring 2002.

 

Kvotaskipanin gevur frælsi

Ein kvotaskipan gevur harafturímóti vinnuni frælsi til at leggja sítt egna virksemi til rættis.

 

Eftir at reiðaríini hava fingið tillutað sínar kvotur, letur skipanin tað upp til vinnuna at leggja sítt virksemi til rættis. Ynskir vinnan at nýta ávíst slag av fiskifari, kann hon frítt velja tað. Ynskir vinnan at nýta ávísan reiðskap, kann hon frítt velja tað.

Harvið gevur kvotaskipanin sum útgangsstøði vinnuni fult frælsi. Sjálvsagt kunnu avmarkingar vera við t.d. stongdum gýtingarleiðum ella trolfríum leiðum, men sum útgangsstøði er tað vinnuni frítt at leggja virksemið til rættis.

 

Avleiðingin er, at vinnan sleppur at rationalisera og optimera seg og skapar eitt munagott avlop. Tvs. kvotaskipanin gevur vanliga vinnuni avlop, meðan dagaskipanin gevur vanliga vinnuni hall.

 

Kvotaskipanin leggur samstundis upp til hægri góðsku og meirvirking av fiskinum. Tá eitt reiðarí hevur ávísa nøgd av tilfeingi tøka, vil reiðaríið leggja dent á at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum og vil harvið leggja seg eftir at skapa góða góðsku fyri at tryggja góðan prís. Á sama hátt eggjar skipanin til at meirvirka fiskin, fyri at fáa størst møguliga úrtøku burturúr.

 

Umsetiligheit er neyðug

Óansæð um talan verður um fiskidagaskipan ella kvotaskipan, er neyðugt at hava umsetiligheit í skipanini. Umsetiligheit tryggjar vinnuni møguleika fyri at optimera og rationalisera. Uttan umsetiligheit vil einhvør tillaging ganga ógvuliga seint fyri seg og vinnan verður hildin føst í einum stirvnum vinnubygnaði.

 

Hóast nógvur kritikkur hevur verið av umsetiligheitini seinastu árini, er alneyðugt at halda fast í hesum, tí annars skerjast møguleikarnir hjá vinnuni at fremja neyðugar tillagingar.

 

Búskaparligu atlitini størstan týdning

Tá vit skulu velja millum skipanir, er neyðugt at lata búskaparligu atlitini koma í fremstu røð - málið er høgt lønsemi. Í síðsta enda er tað týdningarmesta um vinnan gevur avlop ella hall.

 

Samanumtikið kann sigast, at kvotaskipanin skapar avlop, meðan dagaskipanin skapar hall í vinnuni - hetta tí, at ein kvotaskipan gevur frælsi, meðan ein dagaskipan leggur alt ov nógvar forðingar í vegin fyri, at vinnan sleppur at tillaga seg.

 

Magni Laksáfoss

løgtingsmaður og næstformaður Sambandsfloksins


RN


Aftur