Fíggjarætlanin 2018 - menning og vøkstur í Tórshavnar Kommunu

24. november 2017


Tað er at fegnast um framgongdina í okkara kommunu - ein framgongd, sum framhaldandi skal menna okkara høvuðstað og gera hann uppaftur betri stað at búgvi í. Mín leiklutur skal ikki liggja eftir í Tórshavnar býráð


Eg fegnist um politisku avgerðirnar og úrslitini í seinastu býráðssetu, og fyri at nevna nøkur: hondbóltshøll á Argjum, fótbóltsvøllur í Hoyvík, høllin á Hálsi, sum nærum er liðug, og ikki minst, okkara tjóðarstadion Tórsvøllur, eitt stadium, sum fólkið hevur tikið til sín, við teimun frálíku úrslitum okkara íttróttarfólk hava ríkað okkum við.

 

Og ikki minst havnaútbyggingin, sum er inntøkugrundalagið hjá mongum arbeiðarafamiljum í Havn og harvið tryggjar býnum arbeiðspláss.

 

Vit tóku eisini avgerð um 2 stórar skúlabyggingar - nýggjan skúla úti á Fløtum og Musikkskúla við Landavegin fyri umleið eina hálv milliard. Umframt havnaútbyggingin, sum er í gongd.

 

Tá nýggja býráðssamgongan legði fíggjarætlanina fyri býráðið til 1. viðgerð, kundi eg staðfesta, at av teimun 200 mió. kr. í íløgum í 2018,  so havi eg verið við til at samtykkja einar 150 mió. kr. í farnu býráðssetu.

 

Eg vil framhaldandi taka ábyrgd og samstarva við sitandi meiriluta um fíggjaætlanina fyri komandi ár.

 

Fíggjarætlanin er grundalagið undir øllum okkara kommunala virksemi í 2018 og tað arbeiðið vildi eg hava ávirkan á, og harvið taka ábyrgd sum býráðspolitikari - tað, sum eg eri valdur til.

 

Eg eri samdur vð meirilutanum við raðfestingini á eldraøkinum, har vit í 2018 seta 20 mió. kr. av til ávikavist at út- og umbyggja Tjarnagarð og til nýggjan depil til umlætting og endurvenjing, har vit fáa útvega 20 umlættingarpláss og 10 pláss til samdøgurendurvenjing.

 

Tórshavnar Kommuna er ein væl rikin kommuna. Vit hava nærum onga skuld, eitt skattaprosent á 19%, eitt tað lægsta í landinum, og við einum barnafrádrátti upp á 8.000 kr. pr. barn.

 

Eg vil verða við til konstruktivt framhaldandi at menna okkara kommunu við góðum tænastum til okkara borgarar.

 

Politikkur snýr seg um at taka lut og fáa ávirkan.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur