Nú er at vísa samfelagsábyrgd um eina fiskivinnunýskipan

26. november 2017


Um samgongan ikki skal svínabinda allan flotan á nýggjárinum, so er eitt at gera, nevnliga at semjast um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um eina fiskivinnunýskipan - longur er tann søgan ikki


Í Dagur & Viku fyrr í ár, søgdu formenninir í samgonguflokkunum, at teir ikki skiltu, hví Sambandsflokkurin ikki kundi taka undir við teirra uppskoti, tí har var mest sum eingin munur á teirra uppskoti og tí hjá Sambandsflokkinum.

 

Ger so væl - skulu vit ikki bara semjast um okkara uppskot og gera tað møguligt hjá vinnuni at virka undir stabilum vinnukørmum umframt at skapa fortreytir fyri menning og framburði.

 

Sambandsflokkurin hevur so gjørt nærum alt fyri at finna eina breiða politiska semju.

 

Kom lat okkum saman vísa samfelagsábyrgd!

 

Ingi Mittún
næstformaður í Føroya Væl


RN


Aftur