Bárður spyr løgmann um ætlanirnar hjá Høgna Hoydal at leggja fiskiflotan

28. november 2017


Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á løgtingsfundi í morgin mikudagin 29. november, at seta ein munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, viðvíkjandi tí, at Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum setir landsins virðir uppá spæl við sínum ætlanum um at leggja fiskiflotan


Fyrispurningar:

 

1. Heldur løgmaður, at tað er heimilað landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, at leggja fiskiflotan, tí hann ikki fær undirtøku fyri sínum politikki?

 

2. Hvat ætlar løgmaður at gera, fyri ikki at verða samsekur, um landsstýrismaðurin ger álvara av sínum hóttanum um at leggja flotan á nýggjárinum?

 

Bárður S. Nielsen sigur m.a. í sínum viðmerkingum, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur í seinastuni hótt við, at um hann ikki fær sín vilja í málinum um nýggja fiskivinnuskipan, verður flotin lagdur á nýggjárinum.

 

Fyri at gjøgnumføra sín politikk vil landsstýrismaðurin ikki leingja loyvini og setur við hesum landsins virðir upp á spæl. Hetta stríðir greitt ímóti stýrisskipanarlógini og lógini um ábyrgd landsstýrismanna, har tað verður ásett, at landsstýrismaðurin skal sita fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

 

Landsstýrismaðurin hevur við hesum skyldu til at tryggja landsins virðir. Um landsstýrismaðurin ikki hevur eina ætlan klára til, hvat skal henda 1. januar, verður løgmaður noyddur at taka ræði á landsstýrismanninum fyri at tryggja framhaldandi rakstur í okkara høvuðsvinnu.

 

At enda sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, at løgmaður ella landsstýrismaður kann verða revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Revsingin fyri hesi viðurskifti er bót ella fongsul upp til tvey ár.

 

Um ætlanin hjá landsstýrismanninum verður gjøgnumførd, uttan at løgmaður grípur inn, má roknast við, at báðir verða mettir at hava viðvirkað til gerðina, við at leggja flotan.


RN


Aftur