Løgtingið avskorið frá uttanríkispolitiskum orðaskifti

28. november 2017


Landsstýrið kann ikki reka veruligan og tryggan uttanríkispolitikk uttan um pollitiska fundamentið, sum er Løgtingið


Á tingfundinum í morgin kl. 11 verður hesin spurningur settur Aksel V. Johannesen, løgmanni:

 

Ætlar løgmaður at skipa fyri, at ein uttanríkisfrágreiðing á hvørjum ári verður løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis, soleiðis at Løgtingið og landsins borgarar fáa betri og neyvari innlit í, hvat ið fyriferst á uttanlandspolitiska økinum?

 

VIÐMERKINGAR:
Í mínari tíð sum løgmaður byrjaði ein siðvenja, har ið landsstýrið legði eina uttanríkisfrágreiðing fyri Løgtingið eina ferð árliga til aðalorðaskiftis.
 

Endamálið við frágreiðingini og aðalorðaskiftinum er at fáa eitt breitt og greitt uttanlands- ella uttanríkisorðaskifti í lag, soleiðis at tingfólk, sum ikki eru limir í uttanlandsnevndini, fáa neyvt og haldgott innlit í uttanlandsviðurskifti Føroya. 
 

Harumframt er tað bæði gott og konstruktivt at tingfólk fáa høvi at koma við áskoðanum og hugsanum á hesum týðandi øki.
 

Tíverri er eingin slík frágreiðing løgd fyri Løgtingið seinastu tvey árini, og hetta sjálvt um eitt einmælt Løgting hevur samtykt ymiskt, ið skal fara fram á uttanríkisøkinum.
 

Tað er landsstýrinum til sóma, um hetta stigið verður tikið. Harumframt er hetta eitt greitt tekin um, at eisini á uttanlandsøkinum skal Løgtingið hava møguleika at skifta orð um tað, ið fer fram.
 

Øll vita, at landsstýrið kann ikki reka veruligan og tryggan uttanríkispolitikk uttan um pollitiska fundamentið, sum er Løgtingið. 
 

Mangar eru søgurnar um, at landsstýrismaðurin á økinum ferðast higar og hagar, men hvat ið hann ger, og hvat kemur burturúr, hevði verið gagnligt hjá Løgtinginum og landsins borgarum at fingið veruligt og neyvt innlit í.

 

Edmund Joensen,

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur