Fólkaatkvøða um nýggja stjórnarskipan - eitt balladumál

30. november 2017


Samgongan fyrireikar í løtuni eina fólkaatkvøðu um eina nýggja stjórnarskipan - fyrireikandi arbeiðið til eina loysing. Men vit avgera jú longu í stóran mun sjálvi, hvussu samstarvið í Ríkisfelagsskapinum eigur at virka - hesin felagsskapur er vælvirkandi og gevur okkum í stóran mun fult ræði á egnum viðurskiftum


Vit føroyingar hava góðar møguleikar sjálvi at virka og samráðast undir verandi skipan við Heimastýri og Ríkisfelagsskapi.

Tað er best og rættast at hava sum meginreglu og mál, áhaldandi at menna eitt gott samríkið, tí tað gagnar best okkara landið og fólkið.

•  Vit hava okkara egna lóggevandi vald - Løgtingið
•  Vit hava okkara egnu stjórn - Landsstýrið
•  Vit hava okkara egna stjórnarleiðara - Løgmann
•  Vit hava okkara egna mál og eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heiminum
•  Vit hava okkara egna flagg - Merkið
•  Vit skipa okkara egna fiskivinnupolitikk
•  Vit skipa okkara egna vinnupolitikk
•  Vit skipa okkara egna umhvørvispolitikk
•  Vit skipa okkara egna mentunarpolitikk
•  Vit skipa okkara egna almennapolitikk
•  Vit skipa okkara egna heilsupolitikk
•  Vit skipa okkara egna útbúgvingarpolitikk
•  Vit ráða yvir øllum tilfeingi í havinum uttan um okkum og hvussu tað verður gagnnýtt
•  Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagnnýta part av teirra tilfeingi – bilateralt samstarv
•  Vit samráðast við onnur lond um handilsavtalur
•  Vit ráða yvir øllum tilfeingi í undirgrundini og lóggeva um ræðisrættindini av sama
•  Vit ráða sjálvi yvir møguligum oljuinntøkum
•  Vit kunnu til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar, um vit flyta til Danmark og hava ES-pass
•  Vit kunnu til eina og hvørja tíð og á einum og hvørjum stað kalla okkum føroyingar
•  Vit velja um vit vilja hava reyða ES-passið ella grøna føroyska passið – eitt stórt privilegium, sum onnur droyma um

•  Vit eru við í Arktiska samstarvinum saman við Grønlandi og Danmark

Harafturat, hóast loysingarflokkarnir ikki orka at hoyra tað, so kunnu vit við uttanríkispolitisku heimildarlógini sjálvi gera bæði altjóða og millumtjóða sáttmálar við onnur lond á øllum yvirtiknum økjum.

Á ikki-yvirtiknum økjum verða avtalur gjørdar saman við restini av Ríkinum, men har eru vit við til samráðingarborðið, tá føroysk áhugamál og viðurskifti verða ávirkað av avtalunum - okkara rødd verður hoyrd.

Fámjinsskjalið útgreinar samstarvið viðvíkjandi sendistovum og uttanríkispolitikki annars.
 

So tað eigur ikki at verða nakar ivi um, at besta loysnin er framhaldandi verja av Ríkisfelagsskapinum.

Vit eru longu í neyvum samstarvi við Danmark og avgera sjálvi í stóran hvønn mun, hvussu hetta samstarv eigur at virka og kann gagna okkara borgarum. 
 

Vit hava nógv onnur álvarsmál at loysa í okkara samfelag enn eina nýggja stjórnarskipan - hetta málið um nýggja stjóranarskipan og loysing, elvir bara til balladu og skilur tjóðina og samfelagið í tvey.


Johan Dahl

formaður í Føroya Væl


RN


Aftur