Hvør hevur tikið avgerð um at slíta samstarvið?

5. desember 2017



Fyrispurningur um bróstkrabbaviðgerð á Landssjúkrahúsinum, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

1. Hvør er orsøkin til, at samstarvið millum íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson og Landssjúkrahúsið verður slitið?

2. Hvør hevur tikið avgerð um at slíta samstarvið?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja seg út í málið, so samstarvið kann halda fram?

 

Viðmerkingar:
Í nøkur ár hevur verið samstarv millum íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson, sum krabbameinssjúklingar hava verið sera væl nøgdir við.

 

Men nú er avgerð er tikin um at steðga samstarvinum, tá sjúklingarnir, sum eru í skipanini hjá nevnda lækna, eru liðugt viðgjørdir.

 

Ætlanin er, sum skilst, einans at samstarva við størri universitetssjúkrahús, tá talan er um bróstkrabba og skurðviðgerðir í tí sambandi í framtíðini.

 

Fleiri sjúklingar og avvarðandi hava gjørt vart við, at tey hava verið sera væl nøgd við viðgerðina, tey hava fingið frá íslendska læknanum og starsfólkum hansara, bæði í Føroyum og í Íslandi. Tey mæla tí staðiliga frá, at samstarvið steðgar og siga, at tað verður stórt bakkast fyri sjúklingarnar.

 

Tá bæði sjúklingar og avvarðandi eftir øllum at døma eru sera væl nøgd verður spurt, hví samstarvið ikki kann halda fram

 

Á Løgtingi 4. desember 2017
Bjørn Kalsø


RN


Aftur