Hví útflyta óvirkaðan fisk?

18. desember 2017


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um útflutning av óvirkaðum fiski. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at áseta eitt gjald á óvirkaðan fisk, sum fer av landinum til meirvirkingar (svar við grundgeving) - møguliga gera eina royndarskipan?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað gevur lítla meining, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, fer í samráðingar við t.d. russar, um umbýti av pelagiskum kvotum í føroyskum sjógvi, við botnfisk í Barentshavinum til føroysk skip at fiska - serliga um hesin fiskurin, ikki kemur føroyskum virkjum og arbeiðsplássum til gagns.

 

Kravið um, at fiskurin skal um føroyskan kaikant, er ikki nóg mikið fyri at tryggja, at føroysk virkir fáa fatur á fiskinum til virðisøking á føroyskum virkjum.

 

Vit áttu at roynt í eini 3-5 ár, at lóggivið soleiðis, at allur fiskur, sum verður útfluttur óvirkaður, fær eitt útflutningsgjald á 2,00 kr./kg. Á hendan hátt høvdu vit fingið tryggja føroysku virkjunum rávøru og harvið hjálpt til ynskið um, at økt virðisøkingina 100% komandi árini.

 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at eitt slíkt gjald vil uttan iva skapa mótvilja frá reiðarunum, sum eru ímóti avmarkingum, sum raka teir vinnuliga og búskaparliga, men tað er samfelagsgagnligt at fáa rávøruna meirvirkaða her á landi - hetta fyri tey, sum skulu búleikast og yvirliva her. Fiskatilfeingið er jú okkara høvuðsinntøkukelda, og tíðin er komin at flyta okkum frá at vera ein rávøruframleiðari til ein matvøruframleiðara.


RN


Aftur