Útlendingar eiga ikki at virðisøkja okkara fiskiríkidømið

10. januar 2018


Tað eru ásetingar í nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum stuðla undir meirvirking av okkara fiskarávørum, men hesar ásetingar eru ikki nóg mikið. Svar er nú komið frá Høga Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum um útflutning av óvirkaðum fiski


Eg haldi, at landsstýrið eigur at gera nakað, sum er út yvir tað, sum stendur í lógini um fyrisiting av sjófeingi, soleiðis at føroysk virki á jøvnum føti við ES kunnu fáa fatur á føroyskari rávøru til meirvirkingar.

 

Grundað á vantandi ES-sáttmála, eru okkara virki verri stillað enn ES-virki at bjóða uppá føroyska fiskin. Vit muga verja okkara áhugamál, eins og eitt nú Ísland ger. Tí hastar tað at fáa í lag eina fríhandilsavtalu við ES um fiskavørur.

 

Eg eri greiður yvir, hvat stendur í nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, um hetta evnið, men lat okkum nú gera tað, sum stendur í okkara makt, fyri at skapa fleiri og nýggj arbeiðspláss.

 

Tí vóni eg, at landsstýrismaðurin tekur neyðug stig til at menna vinnukarmar, sum framhaldandi skapa arbeiðspláss og tryggja vøkstur, eitt nú við at áseta avgjøld á óvirkaðan fisk, sum fer til meirvirkingar í øðrum londum.  

 

Í svarinum, dagfest 5. januar 2018 frá Høgna Hoydal, stendur:

 

Sitat byrjar:Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um hann hevur ætlanir um at áseta eitt gjald á óvirkaðan fisk, sum fer av landinum til meirvirkingar - møguliga gera eina royndarskipan?

 

Eg havi ikki tikið avgerð um at seta gjald á óvirkaðan fisk, sum eitt av fyrstu stigunum í sambandi við, at nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi er samtykt á Løgtingi.

 

Tó skal sigast, at nýggja lógin fevnir um fleiri ásetingar, ið allar hava til endamáls at stimbra undir, at úrslit verða rokkin í samband við júst tað, sum spyrjarin umrøður, nevniliga: meirvirking, virðisøking og at flyta okkum frá rávøruframleiðara til matvøruframleiðara.

 

Ein nýggj áseting í lógini fevnir um, at innvølur, ryggur, skræða og tílíkt av fiski skal førast til lands. Vinnan skal hava møguleikar og tíð at laga seg til nýggja kravið. Tí fari eg í næstum at gera reglur, ið tryggja, at endamálið verður rokkið, samstundis sum nøktandi atlit verður tikið at tillaging hjá vinnuni.

 

Í nýggju lógini er somuleiðis ásett, at øll veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum. Kunngerðin, sum ásetir nærri reglur um fiskasløg, er lýst.

 

Lógin ásetir somuleiðis, at 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari skulu bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Kunngerðin verður lýst í næstum.

 

Nýggja lógin ásetir, at ein partur av tøkari føroyskari kvotu kann setast av sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið. Treytirnar, ið settar verða til hesar kvotur, eru júst treytir til menning og virðisøking.

 

Virðisvøkstur er eitt av grundfestu endamálunum í sjálvari lógini um fyrisiting av sjófeingi.

 

Harnæst verður eisini arbeitt á øðrum økjum eftir sama stavnhaldi. Játtanin til fiskivinnuroyndir er økt munandi seinastu árini. Harumframt vórðu tær fyrstu 6,00 mió. krónurnar - í eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2017 - fluttar í nýggja Fiskivinnugrunnin til at menna eina skipan til nýskapan, menning og gransking í øllum liðum og virðisketunum í fiskivinnuni.

 

Samanumtikið kann sigast, at eg ikki havi tikið støðu til at áseta eitt avgjald á óvirkaðan fisk.

 

Eg eri tó fullgreiður yvir tann týdning, ið hugtøkini virðisvøkstur og meirvirking hava fyri vinnu okkara og allan okkara búskap. Øll tey átøk, ið eg havi víst á í svari mínum, stimbra undir størri meirvirði í fiskivinnuni. Eg ætli at royna hesi átøk í verki, áðrenn spurningurin um avgjald verður viðgjørdur.” Sitat endar.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur