Ársveitslan hjá Sambandsflokkinum

22. januar 2018


- klárt at melda seg til!


Sambandsflokkurin skipar fyri ársveitslu, leygardagin 10. mars 2018, kl. 19.00 - sama dag, sum Landsfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin á Hotel Hafnia.

 

Matskrá verður við 3 rættum, íroknað drykkivørur.

 

 

Undirhald verður til veitsluna.

 

Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 548.652.3, og viðmerkjast skal Fornavn og Eftirnavn.

 

Freistin at tekna seg er, týsdagin 27. februar 2018.

 

Um fólk ynskja tað, kann leigast kamar, við morgunmati. Ringjast skal til Hotel Hafnia, tlf. 313233, og viðmerkjast skal, at talan er um ársveitslu hjá Sambandsflokkinum.

 

Møguligir spurningar kunnu svarast við at venda sær til skrivstovuna, tlf. 312492.

 

Vinarliga

 

Sambandsflokkurin

 


RN


Aftur