Ræðandi upplýsingar frá Landssjúkrahúsinum

23. januar 2018


Tað er ræðandi at lesa svarið frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg, um biðilistar og skannarar á Landssjúkrahúsinum. Hon greiðir frá, at kostnaðarmikil og týðandi tøknilig amboð sum skannarar, ið verða brúktir til at tryggja skjóta og dygdargóða sjúkraviðgerð, als ikki verða fult útnyttaðir - nakað, sum elvir til enn longri bíðilistar. Tað er eisini álvarsligt, at landsstýriskvinnan bara letur standa til og ikki kunnar Løgtingið um hesa støðuna og útlitini


Eg haldi, at svarið frá Sirðið Stenberg til mín, greitt vísir, at tað eru nakrir trupulleikar í  sjúkrahúsverkinum, sum landsstýriskvinnan eigur at loysa í stundini. Tað kann ikki vera rætt, at kostnaðarmikil og týðandi tøknilig amboð sum skannarar ikki verða fult útnyttaðir - teir eru væl framleiddir til nýtslu og ikki at standa til pynt.

 

Hetta, sum hendir á Landssjúkrahúsinum stendur í stórari andsøgn til menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið og at vit skulu seta okkum sum mál at seta í verk eina viðgerðartrygd fyri allar føroyingar.

 

Tað virkar fyri mær sum, at landsstýriskvinnan hevur nógvar vakrar ætlanir um sjúkrahúsverkið, men hvat nyttar tað, tá nakrar av verandi basisfunktiónum ikki virka og minstukrøvuni fyri at veita skjóta og dygdargóða sjúkraviðgerð heldur ikki virkar.

 

Tað er uppgávan hjá landsstýriskvinnuni at skapa neyðugu karmarnar fyri sjúkrahúsverkið, men eftir hesum at døma er langt eftir á mál.  

 

Í svarinum, dagfest 22. januar 2018, frá Sirið Stenberg stendur:

 

Sitat byrjarTil nr. 1: Hvussu stórur er bíðilistin, og hvussu leingi skulu fólk bíða eftir at sleppa í MR/CT-skannara á Landssjúkrahúsinum?

 

Til CT-skannaran er so at siga eingin bíðitíð.

 

Til MR-skannaran hevur bíðitíðin síðst í 2017 verið umleið ein mánað, men bíðitíðin kann vera upp í 3 mánaðar. Um ongar tillagingar verða gjørdar, fer bíðitíðin til MR-skannaran væntandi at økjast sum frálíður, av tí at eftirspurningurin er størri enn verandi kapasitetur.

 

Eg fari í næstum at umrøða bíðitíðina til MR-skannaran við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

 

Til nr. 2: Hvussu ofta verður MR/CT-skannari nýttur um vikuna?

 

CT-skannarin verður nýttur hvønn gerandisdag, t.e. 5 dagar um vikuna.

 

MR-skannarin verður vanliga brúktur 2 dagar um vikuna.

 

At tað er bíðitíð eftir at sleppa til MR-skanning er ikki, tí at Landssjúkrahúsið ikki roynir at økja um útboðið. Árini frá og við 2013 til og við 2017 øktist talið av MR-skanningum úr árliga 792 skanningum upp í 1.549 skanningar svarandi til ein vøkstur alt tíðarskeiðið upp á góð 95 %, ella nærum ein tvífalding. Árligi miðalvøksturin í talinum á MR-skanningum frá 2013 til 2017 var sløk 19 %.

 

Til nr. 3: Hvør er orsøkin til, at MR/CT-skannarin ikki verður fult gagnnýttur, hóast bíðitíðirnar eru langar?

 

MR-skannarin verður brúktur so nógv, sum starvsfólkaorka er til. Um skannarin skal nýtast meira enn nú, er neyðugt at knýta fleiri starvsfólk at MR-skannaranum. Hetta kann gerast antin við at økja játtanina til sjúkrahúsverkið, ella við at umraðfesta virksemið í sjúkrahúsverkinum, soleiðis at meira orka verður brúkt til MR-skanning, meðan minni orka verður brúkt til okkurt annað. Hetta er sum kunnugt eitt mál, sum eg fari at umrøða við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

 

Til nr. 4: Hvat krevst fyri, at ein skannari verður brúktur optimalt?

 

Sum nevnt verður CT-skannarin brúktur hvønn gerandisdag, og eingin bíðitíð er til CT-skanning.

 

Um MR-skannarin skal nýtast hvønn gerandisdag, so er, leysliga mett, tørvur á tveimum radiograf-ársverkum afturat, svarandi til eina økta lønarútreiðslu upp á umleið 1 mió. krónur árliga.

 

Við fleiri kanningum økist eisini útreiðslan til myndagreining (myndagreiningar verða vanliga keyptar frá serfrøðingum uttanlands). Landssjúkrahúsið metir, at eykakostnaðurin fyri myndagreiningar, um MR-skannarin arbeiðir 5 dagar um vikuna, fer at liggja um 600.000 krónur.

 

Til nr. 5: Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at stytta bíðitíðirnar og arbeiða fram ímóti, at føroyingar kunnu fáa somu møguleikar í Føroyum, sum í Danmark, viðvíkjandi viðgerðartrygd?

 

Spurningurin um viðgerðartrygd er í sær sjálvum ein stórur og samansettur spurningur.

 

Havast má í huga, at bæði sjúkur, viðgerðir og bíðitíðir valdast. Tí er ikki vist, at tað er skynsamt t.d. at áseta eitt ávíst mark fyri bíðitíð í sjúkrahúsverkinum, um enn aðalmálið altíð má vera, at fólk bíða so stutt sum møguligt eftir kanning og viðgerð.

 

Annars vil eg vísa á, at eitt uppskot (løgtingsmál nr. 49/2017 Uppskot til samtyktar um at seta í verk skipan í sjúkrahúsverkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar) frá spyrjaranum hesum viðvíkjandi í løtuni er til viðgerðar í Løgtinginum.

 

Hetta er eitt frálíkt høvi hjá politisku skipanini, saman við serfrøðini, sum væntandi fer at verða hoyrd í málinum, at fáa lýst samansetta spurningin um bíðitíðir í sjúkrahúsverkinum. Vónandi koma vit nærri einum svari upp á hvørja ítøkiliga loysn, vit í Føroyum skulu velja í hesum málinum.” Sitat endar.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur