Bárður Nielsen spyr um MVG-fríu pakkarnar undir 300 kr.

5. februar 2018


Bárður Nielsen fer á tingfundinum mikudagin 7. februar at seta ein munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum


Viðvíkjandi avgjaldsfrítøku fyri innflutningi av pakkum undir kr. 300:

 

1. Ætlar landsstýrið, at javnseta kappingina hjá føroyskum fyritøkum við innflutning úr øðrum londum?

 

2. Hvussu nógv metir landsstýriskvinnan landskassin missir í avgjaldsinntøkum av frítøkuni av pakkum undir kr. 300?

 

Bárður  Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í sínum viðmerkinginum til fyrispurningin, at uppteljingar hjá TAKS, ið eru komnar alment fram seinastu tíðina vísa ein sera stóran vøkstur í innflutningi av pakkum, ið hava eitt virði undir kr. 300, og tískil eru avgjaldsfríir.

 

Nýggjastu tølini vísa, at tað verða innfluttir 7500 pakkar um vikuna. Um vit samanbera hetta við tølini fyri tveimum árum síðani vóru umleið 4000 pakkar innfluttir um vikuna, so her er nærum talan um eina tvífalding eftir einans tveimum árum.

 

Handilsvinnufelagið hevur í fleiri umførum víst á, at hetta er ójøvn kapping, tí teir ikki hava møguleika, at innflyta og selja avgjaldsfrítt. Við skjótt vaksandi innflutninginum av avgjaldsfríum pakkum verður avbjóðingin hjá handilsvinnuni alsamt størri.

 

Avleiðingin við ójøvnu kappingini kann blíva, at handilsvinnan ikki megnar, at bjóða fram tær vørur, ið kunnu innflytast avgjaldsfrítt. Tá verður samfelagið Føroyar stóri taparin, tí umframt mistar avgjaldsinntøkur, verða arbeiðspláss flutt av landinum, hagar, ið hesar tænastur verða veittar.

 

At enda sigur løgtingsmaðurin, at møguleikarnir at loysa hesar avbjóðingar eru fleiri, ein møguleiki er, at føroyska handilsvinnan eisini sleppur undan avgjaldið fyri vørur undir kr. 300, ein annar møguleiki er at gera eina smidliga avrokningarskipan, ið roknar avgjald av innfluttum pakkum.

 

Fyri at varðveita eitt ríkt handilslív í Føroyum er minsta kravið javnbjóðis kapping, tí er neyðugt, at landsstýrið rættar ójavnan.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur