Bárður Nielsen spyr løgmann um ætlaðu pensjónsnýskipanina

5. februar 2018


Bárður Nielsen fer á tingfundinum mikudagin 7. februar at seta ein munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann


Viðvíkjandi ætlaðu pensjónsnýskipanini:

 

1. Er tað fyri, at vísa eina betri mynd av búskaparliga haldførinum, at landsstýrið vil avtaka grundarupphæddina í fólkapensjónini, og ístaðin hækkar inngjaldið við kr. 225 mió. til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin?

 

2. Heldur løgmaður, at lækkingin av inngjaldsloftinum frá 15% til 12%, og harav økta umsitingarkostnaðurin, eggjar til størri eftirlønaruppsparing?

 

Bárður  Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í sínum viðmerkinginum til fyrispurningin, at grundupphæddin í fólkapensjónini hevur í meira enn hálva øld verið bulurin í pensjónini hjá føroyingum. Tó valdi samgongan beint eftir, at hon kom til valdið, at niðurlaga grundupphæddina í fólkapensjónini, og við ætlaðu broytingunum við pensjónsnýskipanini, verður grundarupphæddin endaliga avtikin.

 

Ætlaðu broytingar hava nakrar óhepnar avleiðingar, bæði í samband við incitamenti til at spara upp og hvussu haldføri í føroyska búskapinum verður tryggja.

 

Við framløgdu uppskotinum, saman við broytingini í 2016, hækkar skatturin (inngjaldið í AMEG) við kr. 225 mió. Hetta svarar til eina hækking í landsskattinum uppá 15%. Tí er spurningurin um henda skattahækkingin er tikin við, sum ein betran av búskaparliga haldførinum.

 

Landsstýrið hevur boðað frá, at kravda inngjaldslofti lækkar frá 15% niður á 12%, við hesum kann roknast við, at umsitingarkostnaðurin hækkar tilsvarandi, tí ein minni partur verður til uppsparing. Tað kann tó ikki roknast við, at tað verður bíligari at reka pensjónsfeløg, hóast inngjaldslofti lækkar.

 

Um mett verður, at umsitingarkostnaðurin verður óbroyttur í krónum, kann roknast við, at umsitingarkostnaðurin hækkar við 1/5 ella 20%, ið tískil verður minni til pensjón. Við hesum verður incitamenti til at spara upp, munandi skert og haldføri versnar.

 

At enda sigur løgtingsmaðurin, at landsstýrið ætlar eisini, at mótroknað grundarupphæddina í aðrari inntøku, við hesum verður skattaprosentið fyri, at spara upp, upp ímóti 70%. Hetta er ikki eggjandi fyri at spara upp, og gongur serliga hart útyvir teir lægru inntøkubólkarnar, tí hesi verða harðast rakt av mótrokningini í grundarupphæddini. Heldur ikki hetta betrar um haldførið í føroyska búskapinum.


RN


Aftur