Bárður Nielsen spyr um umsiting av skattaborgarans pengum

6. februar 2018


Bárður Nielsen fer á tingfundinum mikudagin 7. februar at seta ein munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum


Viðvíkjandi umsiting av skattaborgarans pengum:

 

1. Heldur landsstýriskvinnan, at tað er at fara væl um skattaborgarans pening, tá landsstýrisfólk siga seg nokk skulu klára, at brúka pengarnar til okkurt annað, tá ið upprunaliga ætlanin dettur niðurfyri?

 

2. Er landsstýriskvinnan nøgd við, at útreiðslurnar eru øktar við omanfyri 800 mió. kr. higartil í hesum samgonguskeiðnum?

 

Bárður  Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í sínum viðmerkinginum til fyrispurningin, at høvuðsuppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er, at tryggja samlaða haldføri í føroyska búskapinum, herundir at fara væl um skattaborgarans pening.

 

Tað sterkasta amboðið, at tálma sveiggjum í búskapinum er, at føra kontraktiva fíggjarpolitikk, tá ið tað rekur við. Hetta merkir, at tað almenna roynir at halda aftur, tá ið vit hava búskaparligt viðrák.

 

Búskaparligt viðrák hava vit havt seinastu gott 5 árini, og hava vit sjáldan sæð so stóran búskaparvøkstur fleiri ár á rað, sum hesaferð. Hóast privati íløguhugurin er ovurhonds stórur, fossa pengarnir úr landskassanum.

 

Tað tykist sum alt ber til, og um ein ætlan dettur niðurfyri, siga landsstýrisfólk seg “nokk skulu klára, at brúka pengarnar til okkurt annað.”

 

At enda sigur løgtingsmaðurin, at tá fíggjarlógin var til viðgerðar vóru nógv tøl á borðinum, og ringt var at fáa eina samlaða mynd av hvørji tøl vóru tey røttu.

 

Nú tølini fyri fíggjarlógina 2018 og endaligu tølini fyri 2017 eru komin inn í leiðslukunningaskipanina, kunnu vit gera okkum eina samlaði mynd av, hvussu nógv samgongan hevur økt útreiðslurnar higartil.

 

Niðanfyristandandi talva vísir veruligu útreiðsluøkingina hjá sitandi samgongu.

 

 


RN


Aftur