El-marknaðurin skal liberaliserast fyri at seta ferð á grønu orkuna

18. februar 2018


Skulu bjørtu málini um at gera Føroyar grønari gerast veruleiki, er alneyðugt við eini liberalisering av el-orkuøkinum. Tí havi eg lagt uppskot fyri tingið, har lagt verður upp til at liberalisera el-framleiðsluna í einari breiðari politiskari semju, sum veruliga kann seta ferð á útbyggingar og menning av grønari orku


Ein liberalisering av el-marknaðinum kann samanberast við tað vit kenna á tele-økinum. Eg minnist væl, hvussu dýrt tað var at brúka telefonina í gomlum døgum, har man var noyddur til at telja minuttirnar fyri at ansa eftir at rokningin ikki bleiv ov stór.

 

Eftir at tele-økið bleiv liberaliserað er støðan ein heilt onnur. Nú eru tilboðini í Føroyum betur enn tað tú kanst fáa í útlandinum. Frí tala og stórt data-hald. Møguleikarnir eru nógv fleiri og kostnaðurin nógv lægri.

 

Á sama hátt vil ein liberalisering av el-marknaðinum vera við til at skapa nógv fleiri møguleikar fyri orku-loysnum og samstundis geva bæði borgarum og vinnu nógv bíligari orku.

 

Menna tjóðina

Einhvør politikari eigur at hava sum fremsta mál at menna tjóðina. Vit eiga at stremba eftir at skapa tað Føroyar vit ynskja at hava. Eitt av mínum hjartamálum seinastu mongu árini hevur verið at skapa eitt grønari og betri Føroyar.

 

Tað kom týðiliga fram á orku-ráðstevnuni, sum eg var við til at skipa fyri á vári 2017, at um grøna málið skal náast, var neyðugt við eini liberalisering av el-marknaðinum í Føroyum. Hetta sama havi eg eisini greitt fingið at vita á fundum, sum eg havi havt við danskar myndugleikar fyri at hoyra um royndirnar í Danmark og øðrum evropeiskum londum.

 

Skulu skapandi kreftirnar sleppa framat og veruliga sleppa at útfolda seg, er neyðugt at opna dyrnar og loyva privatum aktørum inn á marknaðin. Verandi skipan er alt ov stirvin.

 

Skapa størv og menning

Ein liberalisering av orkuøkinum vil veruliga seta ferð á menningina og vil hetta samstundis skapa nógv nýggj størv innan orkuøkið.

 

Samstundis hevur tað stóran týdning fyri útflutningsvinnurnar, at tær kunnu siga, at teirra vørur eru framleiddar úr grønum og varandi orkukeldum heldur enn olju.

 

Spurningurin um liberalisering av el-orkuøkinum er tí fyri meg ein spurningur um, hvat fyri samfelag vit ynskja at hava. Skulu vit hava frælsi og fríar vinnukarmar, har fyritøkurnar á orkuøkinum eru við til at skapa menning og vøkstur og flyta okkum móti einum grønari samfelag, ella skulu vit hava eitt samfelag við monopol á orkuøkinum har lítil og eingin framgongd er móti tí grønu kósini.

 

Eg ynski framburð, frælsi og menning og verulig framstig móti einum grønari samfelag.

 

Magni Laksáfoss

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur