Bogi Andreasen - ein fallin liberalistur

21. februar 2018


Bogi Andreasen hevur nú slept sínum liberalu grundhugsjónum og hevur heldur lagt seg eftir at verja monopolir og leggja eftir at spilla einkultpersónar út


Bogi fer eftir manninum og ikki eftir bóltinum

Eg bleiv bilsin og undraðist yvir at lesa afturhaldssinnaðu sjónarmiðini hjá Boga Andreasen um el-orkuøkið í Føroyum.

 

Bogi brúkar mesta partin av sínum lesarabrævi til at viðgera mín persón, heldur enn at halda seg til málið. Hann meinar, at eg sjálvur havi persónligan áhuga í orkumálinum og í liberaliseringini av orkuøkinum.

 

Sjálvsagt hevur Bogi púra rætt í hesum. Tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at eg brenni fyri orkuøkinum og havi stóran áhuga at flyta føroyska samfelagið á hesum økinum.

 

Eg havi sum búskaparfrøðingur, langt áðrenn eg gjørdist politikari, í áravís roynt at tosa fyri, at vit áttu at flutt samfelagið burtur frá innfluttari olju og yvir móti grønari orku, sum vit sjálvi framleiða.

 

Tá eg gjørdist politikari og sat í fíggjarnevndini, arbeiddi eg fyri at fáa sett pening av til tiltøk fyri at minka um orkunýtsluna í almennum bygningum og fekk eisini sett pening av til gransking í orkuverkætlanum.

 

Seinni fór eg úr politikki og arbeiddi við at fáa eitt orkufelag, VitOrka, fyri at hita bygningar upp við grønari vindorku heldur enn við olju. Tí eg meinti, at hetta var rætta loysnin.

 

Nú eg aftur eri við í politikki, havi eg verið við til at sett málið á breddan við eini orkuráðstevnu og við at leggja uppskot fyri Tingið um liberalisering av el-orkuøkinum.

 

Tað man neyvan vera nakað mansbarn í Føroyum, sum ikki veit av, at hetta er eitt hjartamál hjá mær.

 

Tí veit eg ikki heilt, hvat Bogi vil við sínum viðmerkingum - annað enn at spilla mín persón út.

 

Bogi - Hin falni liberalisturin

Inkarneraði Fólkakloksmaðurin, ið jú annars kemur frá einum flokki, sum sigur seg ganga inn fyri einum liberalum samfelag, er nú harðliga ímóti einum og hvørjum, ið kann hótta monopolið hjá SEV.

 

Sambært Boga Andreasen má fyri Guðs skyld einki henda, sum á nakran hátt kann ávirka einkarstøðuna hjá SEV og ein liberalisering er tí nakað av tí ringasta, sum kann henda fyri okkara orkukervi.

 

Sjónarmiðini hjá Boga eru nú, at hann er ímóti at “broyta verandi skipan við einum samhaldsføstum elfelag ... til eina skipan, har nakrir privatir skulu framleiða elorku.”

 

Tvs. maðurin er nú harðliga ímóti at skapa eina frælsa skipan, har vit sleppa okkum av við monopolini, eins og vit hava gjørt tað á tele-økinum, tryggingini, postverkinum o.s.fr. Merkiligt, at hoyra ein falnan liberalist fara so illa. Tað er sum um, at maðurin er geldur.

 

Eg havi annars kent tað sum um, at eg og Bogi hava staðið øksl við øksl og barst fyri einum frælsum vinnulívi og einum liberalum samfelag, men kenni tað nú sum um, at Bogi svíkur okkara grundsjónarmið og svíkur fundamentið í liberalismuni.

 

Eitt betri samfelag

Sjálvsagt verður tað eingin katastrofa um el-orkuøkið verður liberaliserað. Royndirnar úr útheiminum vísa, at ein liberalisering gevur bæði bíligari orku og betri tænastur.

 

T.d. skrivar vísindaliga frágreiðingin ‘Deliverable 3.4: Scheme for market organization of autonomous electricity systems’ í síni niðurstøðu um el-marknaðir, sum eru á stødd við Føroyar, at “Kapping er væl gjørlig, bæði í framleiðslu og sølu av orku. Fortreytin er, at rættur háttur av marknaði verður valdur og at umsitingin er væl skipað.”

 

Samstundis siga frágreiðingar, at fyrimunirnir eru:

- betri effektivitet

- lægri prísir

- hægri tænastustig og

- økt kapping

 

Harvið er eingin ivi um, at fyri borgarar og vinnulív eru bara fyrimunir við eini liberalisering og at hetta skapar eitt betri samfelag.

 

Øll skulu hava møguleikan

Tað tykist sum um, at Bogi letur eyguni aftur fyri øllum fyrimununum við liberaliseringini og bara sær fyri sær, at onkur forvinnur pening uppá el-orkuna.

 

Sjálvt hugskotið við liberalisering er annars júst, at øll, eisini Bogi Andreasen, skulu fáa møguleikan til at vera við til at seta kósina móti einum grønum samfelag við bíligari orku. Vit skulu lyfta í felag.

 

Við eini liberalisering verður lagt upp til, at øll øki í landinum kunnu vera við til at gera íløgur í grøna orku, og harvið skapa arbeiðspláss og menning kring alt landið.

 

Mín áheitan á Boga skal vera: gevst við at sita og gráta og grenja - kom heldur og ver við til at skapa eitt grønari og betri samfelag fyri okkum øll.

 

Kom nú Bogi - grow a pair!

 

Magni Laksáfoss

næstformaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur