Okkurt skulu tómar hendur gera

16. mars 2018


Pínligt er tað fyri føroyingar at Tjóðveldi á Christiansborg spyr upp í saman um loysing og sjálvsavgerðarrætt. Hann kundi ikki droymt um at spurt um avleiðingarnar. Man tað vera minnissvinn? Ella eru tað albogarnir, sum koma út ígjøgnum, og fram um tørvin hjá Føroya fólki?


Ómetaliga pínligt er tað fyri føroyingar at hoyra, hvussu tjóðveldismenninir á Christiansborg upp í saman spyrja um sjálvsavgerðarrættin, sum føroyingar longu eiga, og sum er staðfestur hjá ST.

 

AVGERANDI SPURNINGURIN ONGANTÍÐ SETTUR
Teir spyrja og spyrja, men við vilja verður ongantíð tann avgerandi spurningurin settur:

 

Hvørjar avleiðingar fær tað fyri føroyingar og Føroyar, um 14. september-samgongan fær sín vilja og loysir Føroyar úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum?

 

Lat okkum taka nøkur dømi úr rúgvuni.

 

• Víðfevnda frælsið, føroyingar hava við ES-passinum, er í vanda. Hetta er tað, sum ger, at føroyingar kunnu arbeiða allastaðni í ES, og at føroyskir sjómenn mynstra allastaðni í Europa. Samgongan vil isolera føroyingar her heima.

 

• Útbúgvingarmøguleikarnir, SU, lestrarlán, R-frádrátturin og allir hinir fyrimunirnir eru eisini í vanda. Tey pástanda, at norðurlendskir sáttmálar fara at bjarga føroyingum, men hvussu leingi fara teir at standa við eftir loysingina? Útbúgvingartrýstið í Danmark er stórt.

 

• Alneyðuga samstarvið á sjúkrahúsøkinum broytist við loysingini. Hópin av føroyingum við stórum tørvi á viðgerð og heilsubót verða sendir á Ríkissjúkrahúsið, har ið førleikarnir eru stórir. Hvør hevur hug at sleppa hesum?

 

• Vit hava stóran fyrimun av felags verjupolitikkinum í Ríkinum, og vit eru automatiskt undir NATO-paraplyini saman við Danmark. At standa uttan sterka verju, meðan russiska bjørnin ýlir, er ikki tað smartasta.

 

• Føroyar og føroyingar missa eina heila milliard um árið, tá ið loyst verður, um vit leggja ríkisveitingina og rakstrarkostnaðin hjá Ríkinum her í Føroyum saman. Samstundis vita øll, at Føroyar skylda einar seks milliardir krónur. Ein ábyrgdarleys samgonga rindar ikki tað stóra í skuldarholið. Í staðin satsa tey uppá forbrúk og sigarkassar.

 

Soleiðis kundu vit hildið fram við at reksa upp hópin av fyrimunum, sum Føroyar fara at spæla sær av við, um 14. september-samgongan fær sín vilja ígjøgnum.

 

”Stjórnarskipanin” er jú fyrsta stigið fram móti loysingini.

 

EINKI AT TAKA SÆR TIL
Fakta er, at umboðið hjá Tjóðveldi noyðist at finna uppá ymiskt fyri at hava nakað at gera á Christiansborg.

 

Aftur og aftur er fokus á eina trappu. Enntá í filmi á Norðlýsinum. Vorðið sum stórmál!

 

So roynir hann eisini at vinna Ríkinum neisir, og tað er einans fyri at seta fokus á seg sjálvan. Egoið er so uppblást, at pláss er ikki fyri øðrum.

 

Einaferð hoyrdist, at ein katalonskur loysingarforseti skuldi til Føroya. Helst fer tað ongantíð at henda, júst sum við øðrum útbasuneraðum innbjóðingum, ið einki kemur burturúr. Har er ómetaliga lítið at gera.

 

Nú hevur hann so eisini spurt og spurt til onga verðins nyttu um sjálvsavgerðarrætt.

 

Fólkatingið og ein røð av forsætisráðharrum virða, at Føroyar – men vónandi hendur tað ongantíð – loysa seg úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum.

 

Hóast tað ikki passar í krammið hjá misskilta tjóðveldisumboðnum, so er fráboðan um sjálvsavgerðarrætt farin til ST. Tað er bara fakta.

 

Okkurt skulu tómar hendur gera.

 

SAMBANDSFLOKKURIN ARBEIÐIR FYRI FØROYAR
Tjóðveldismenninir á Christiansborg gera bert tað, teir eru settir til: at førka og trýsta Føroyar út úr felagsskapinum og úr Ríkinum. Tað er teirra uppgáva.

 

Hetta er neyvan tað, ið føroyingar vilja.

 

Sambandsflokkurin fer beinhart eftir úrslitum á Fólkatingi, og nógv er komið burturúr. Vit samstarva og útvikla Ríkisfelagsskapin.

 

Tað er rætta kósin.

 

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur