Edmund hevur fingið svar um ferðslutrygdina á Tjørnuvíkarvegnum

6. apríl 2018


Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Henrik Old, landsstýrismanni í samferðslumálum um ferðslutrygdina á Tjørnuvíkarvegnum


Í svarinum, dagfest 4. apríl 2018, frá Henrik Old, stendur:

 

1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at bøta um trygdina á Tjørnuvíkarvegnum, undir hesum leingja trygdarhegnið fram við vegnum longri suður eftir?

 

Grót kemur javnan á Tjørnuvíkarvegin. Fyri at bøta um trygdina varð trygdarhegn sett upp í 2007, omanfyri vegin ringasta strekkið. Talan var um 220 metrar av trygdarhegni fyri tilsamans 2 mió kr. Trygdarhegnið hevur roynst væl og hevur forðað nógvum gróti at koma oman á vegin og vera til ampa fyri ferðsluna. Tíverri er hegnið bara sett upp ein part av teininum, har grót ríður oman.

 

Restin av strekkinum gjøgnum Líðina og um Nøsina er 1 kilometur, og um trygdarhegn skal setast upp allan vegin kostar tað umleið 10 til 15 mió kr.

 

Í ár eru 1 mió kr. játtaðar til Tjørnuvíkarvegin. Landsverk fyrireikar í løtuni at seta trygdarhegn upp á tí ringasta strekkinum, sum er frá gjónni og suður eftir. Mett verður, at fyri 1 mió kr. fáast umleið 60 til 70 metrar av trygdarhegni.

 

2. Hvørjar ætlanir eru um at gera verandi møtipláss størri, eitt nú til tunga ferðslu sum bussar?

 

Bussferðslan er nógv økt á Tjørnuvíkarvegnum og hevði verið ynskiligt at gjørt fleiri og størri møtipláss, men hevur ongin peningur verið játtaður til endamálið.

 

Landsstýrismaðurin kannar møguleikan fyri at fáa fígging til endamálið.

 

3. Hvørjar raðfesting hevur ætlaði tunnilin til Tjørnuvíkar í samferðsluætlanini hjá landinum?

 

Í Samferðsluætlanini fyri 2012-2024, verður mælt til at seta trygdarhegn upp og at dagføra vegin við fleiri møtiplássum. Hetta kostar umleið 15 mió kr. Hetta varð mett til at vera ein trygg loysn og nøktandi í mun til ferðsluna.

 

Landsstýrismaðurin metir, at ein tunnil til Tjørnuvíkar er besta loysn, og um hann verður gjørdur av tunnilsliðnum, verður hann lutfalsliga bíligur. Vónandi fer Løgtingið at játta neyðugan pening til at fremja verkætlanina.

 

Ein Tjørnuvíkartunnil er skitseraður, sum er 1.360 metrar langur. Hann varð mettur til at kosta 87 mió kr. í 2012. Við verandi prísum kostar hann góðar 100 mió kr.

 

Um tunnilsliðið hjá landinum skal gera tunnilin, kann hann gerast væl bíligari. Til samanberingar kann nevnast, at Gásadalstunnilin, sum er 1.400 metrar, við vegagerð kostaði 43 mió kr. samanlagt árini 2000-2006.

 

Landsstýrismaðurin er boðin á fund við Sunda kommunu at umrøða farleiðina til Tjørnuvíkar og ferðsluviðurskifti annars.

 

4. Hvørjar fyrireikingar verða gjørdar í sambandi við tunnilsgerð til Tjørnuvíkar?

 

Nakrar grundleggjandi kanningar vóru gjørdar á Tjørnuvíkarvegnum fyri nøkrum árum síðani við tunnilsgerð fyri eyga.

 

Landsstýrismaðurin ætlar at fáa pening til vega skjótast gjørligt til at gera nágreiniligari forkanningar og til at prosjektera tunnilin.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur