Uppstillingarfundur í Suðurstreymoy - 8. mai

8. apríl 2018


Veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum, Føroya Væl, skipar fyri fyrsta uppstillingarfundi til løgtingsval - í hølunum hjá Bátafelagnum í Vágsbotni


Tíðin styttist til løgtingsval í 2019 - ella fyrr.

 

Føroya Væl skipar tí fyri fyrsta uppstillingarfundi til løgtingsval, týskvøldið 8. mai 2018, kl. 19.00-20.30 - í hølunum hjá Bátafelagnum í Vágsbotni.

 

Sambandsflokkurin hevur sítt størsta veljaragrundarlag í Suðurstreymoy og tí ræður eisini um at uppstilla eitt toymið av valevnum, sum kann vera við til at tryggja flokkinum so nógvar atkvøður sum gjørligt. Støddin og styrkin av Sambandsflokkinum stendur og fellur við umboðanini í hesum økinum.

 

Skrá

1. Vælkomin, Johan Dahl

2. Politiska kósin hjá flokkinum. Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

3. Hví stilla upp fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy? Johan Dahl

4. Týdningurin av Suðurstreymoy fyri Sambandsflokkin?

5. Tørvurin á valevnum - ein hóskandi og sterk samanseting? Johan Dahl

6. Uppstilling av valevnum. Valevni bjóða seg fram

7. Annað

 

Høvið verður at møta okkara politikarum.

 

Øll sambandsáhugað eru vælkomin.

 

Johan Dahl

formaður fyri Føroya Væl

 



Aftur