Viðgerðartrygd til allar føroyingar verður vónandi skjótt veruleiki

18. apríl 2018



Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at seta í verk eina skipan við viðgerðartrygd til allar føroyingar.

 

Tað skal kunna  bera til hjá øllum sjúklingum at leita sær heilsubót innan stutta tíð.

 

Í løtuni er eitt vaksandi tal av føroyingum, sum hava eina privata viðgerðartrygd. Alt gott um tað. Men tað er umráðandi, at vit virka fyri, at allir sjúklingar verða viðgjørdir so skjótt sum til ber. Vit eru noydd til at gera tað møguligt at bjóða øllum sjúklingum viðgerðartrygd.

 

Ein tanki hevur verið, at tú skalt vera útgreinaður og viðgerð er byrja innan 30 dagar, frá tí at tú bleivst sjúkur, men tað hevur onkur hildið vera eitt í so høgt mál at seta sær. Men har er í øllum førum eitt arbeiði sum skal gerast, soleiðis at vit kunnu bjóða øllum føroyingum, at um tú gerst sjúkur, so skulu vit kunna bjóða tær eina trygd fyri, at tú kemur í skjóta viðgerð.

 

Um vit framhaldandi skulu kunna kalla okkum eitt væferðarsamfelag, so er hetta ein av grundarsteinunum.

 

Vónandi vinnur uppskotið hjá Sambandsflokkinum frama, tí har er nógv at vinna, fyrst og fremst fyri sjúklingin og tey avvarandi, og annars fyri alt samfelagið.

 

Edva Jacobsen


RN


Aftur