Sjálvsavgerðarrættur Føroya staðfestur langt síðani

18. apríl 2018


Eingin føroyingur ivast í, at sjálvsavgerðarrættur Føroya er hjá føroyingum, men uppgávan hjá Tjóðveldi á Fólkatingi er jú at sáa iva um alt og øll


Øll munnu vita, at Sambandsflokkurin er fyri Ríkisfelagsskapinum, meðan aðrir flokkar – serliga í samgonguni – eru ímóti okkara positiva felagsskapi.

 

Nú skal so sjálvsavgerðarrættur Føroya, sum langt síðani er staðfestur, blandast uppí, og tað er Tjóðveldi, ið sum vant, vil hava konfliktina.

 

Tómar hendur
Heldur enn, at samstarva og søkja møguleikar í samstarvinum, verður arbeitt við hond og fót ímóti, alt skal niðurlagast og fornoktast - okkurt skulu tómar hendur gera.

 

Orkan verður brúkt uppá tveir lutir.

 

Annar er at fjeppast uppi í katalonsku loysingarrørsluni. Roynt verður at samanbera Føroyar og Danmark við Katalonia. Øll vita, at hetta kann ikki samanberast við góða og positiva samstarvið millum Føroyar og Danmark.

 

Hin luturin er at spyrja aftur og aftur og aftur um sjálvsavgerðarrætt Føroya, ið langt síðani er staðfestur hjá ST, og tað hava føroyingar sjálvir gjørt.

 

Hetta eru høvuðsmálini hjá Tjóðveldi á Fólkatingi.

 

Hetta er heldur fátaksligt hjá einum flokki at takast við í okkara felags parlamenti. Einans stillstandur og einki frameftirlítandi arbeiði.

 

Sjálvsavgerðarrættur staðfestur langt síðani

Nú um dagarnar er Tjóðveldisumboðið vorðin firtið inn á danskarar, tí teir ikki skulu taka undir við sjálvsavgerðarrætti Føroya.

 

Hetta er ósatt, tí danska stjórnin og parlamentið virðir sjálvandi sjálvsavgerðarrættin. Enntá er ein samtykt í Fólkatinginum, sum sigur, at sjálvsavgerðarrætturin verður virdur, um Føroyar vilja taka seg úr ríkinum.

 

Her er einki at koma eftir.

 

Harumframt hava fleiri forsætisráðharrar eisini váttað, at Føroyar gera sjálvar av, um tær taka seg úr ríkinum.

 

Í Sambandsflokkinum ganga vit inn fyri okkara felagsskapi, meðan samgongan er ímóti og arbeiðir ímóti.

 

Tað svitast kortini ikki, at føroyingar sjálvir gera av sína egnu lagnu, tá ið tað kemur til tað góðu og positivu ríkisrættarligu støðuna.

 

Bárður Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur