Útmerkað, Jóannes

23. apríl 2018


Jóannes Eidesgaard er erligur, og váttar, at tað var táverandi fíggjarmálaráðharrin, ið gav boð um at halda aftur, tí steðgaði prístalviðgerðin av pensjónini


Tað er útmerkað, at Jóannes Eidesgaard váttar, at tað var hann, ið gav boð um at halda aftur, tí steðgaði prístalsviðgerðin hjá øllum fólkapensjónistum í Føroyum.

 

Hetta er eitt gott signal til Eyðgunn Samuelsen, sum pástendur nakað annað. Nú skal Eyðgunn bara lesa tekstin hjá Jóannesi nakrar ferðir, og læra at taka felags ábyrgd, eisini tá ópopulerar avgerðir eru tiknar.

 

At Eidesgaard vil gera seg sjálvan til ein sonevndan "skurk", skilji eg ikki heilt.

 

Havi altíð havt virðing fyri Jóannesi, og arbeiddu vit sera væl saman í landsstýrinum, har vit eisini tóku stór tøk, og vendi niðurgongd til framgongd.

 

Tað er útmerkað, at Eidesgaard er erligur og sigur tingini, sum tey eru, og váttar tað, sum eg skrivaði í mínum fyrra lesarabrævi til Eyðgunn Samuelsen.

 

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur