Korruptión í Kringvarpi Føroya?

3. juli 2018



Verri skil í Sortudíki.

 

Nú hevur løgfrøðingurin pakkað kuffertið og er farin av landinum í feriu, og ein annar nýggjur skal byrja í starvi í august mánaði.

 

Eftir sita vit, ørkymlaði og vita ikki fyrrenn tá, hvat skal henda.

 

Ja. Hvat skal man gera fyri at fáa álit aftur á tíðindadeildini á KVF?

 

Tað veldst um hvønn mann spyr, um KVF er álítandi. Men eitt kann sigast við vissu, og tað er, at

fyrrverandi tíðindaleiðarin ikki hevði so reint mjøl í posanum sum líkt var til. At vera noktaður at skriva um ávís evnir virkar mær undarligt. Man hevði skula trúð, at talan var um ein privatan miðil, sum fær pengar frá einari stórari fyritøku, sum fjalir mangt slíkt.

 

Er tað ikki tað eitt statsfíggjað kringvarp er til, so sleppast skal undan lobbyistum og vera politiskt óheft?

 

Skilabest var, at leiðandi størv í KVF vóru lýst leys triðja hvørt ár, fyri at sleppa undan, at ein politiskt litaður persónur sleppur at mynda tíðindaflutningin í almenna kringvarpinum í ára tíggir.

 

Tað er best fyri allar partar.

 

Marius Høgnesen


RN


Aftur