Samkyndir menn skulu eisini sleppa at geva blóð

24. juli 2018



Vit í Ungmannafelagnum Samband halda, at samkyndir menn skulu sleppa at geva blóð, eins og allir aðrir samfelagsborgarar.

 

Tey, ið hava verið útsett fyri HIV smittu nýliga, skulu ikki sleppa at geva blóð – men tað skal fevna um alt fólkið. Ein maður skal ikki verða útilokaður einans grundað á, at hann er samkyndur.

 

Hugt skuldi heldur verið eftir lívsstílinum hjá tí einstaka, um viðkomandi hevur blóð ið er egnað og uttan smittu. Alt í alt, skulu vit taka kjakið upp og ikki stigmatisera. Lógin í dag byggir á kynsliga samleikan heldur enn kynsliga virksemið og hetta skulu vit gera upp við.

 

Sambært Styrelsen for Patientsikkerhed í Danmark, verður blóðið kannað so mikið væl, áðrenn tað verður nýtt, at vandin fyri at blóðið inniheldur HIV ella Hepatitis er minimalur.

 

Líkindi eru til, at nýggj leiðbeining kemur frá Styrelsen for Patientsikkerhed á heysti í 2018 og tískil skulu vit taka atlit til leiðbeiningina.

 

Leggjast skal afturat, at vit aldrin skulu fara á kompromis við trygdina hjá sjúklinginum og tí skulu vit velja at fylgja stevnumiðunum uttanfyri Føroyar, eitt nú Danmark.

 

Nevndin í Ungmannafelagnum Samband


RN


Aftur