Søgan endurtekur seg!

26. juli 2018


Hví læra reyðu flokkarnir ongantíð at halda fingrarnar frá fiskivinnuni og detailstýra henni?


Einaferð var politikkurin, flakavirkir á hvørjum tanga. Síðani vóru politisk aliloyvi givin sum húsmannsbrúk, inntil heila molivittið for á húsagang, sum seinni tók við sær bankar og samfelag meira og minni, og nú er tað – Gud hjálpi okkum – byrjað aftur við politiskum økis- ella sokallaðum menningarkvotum.

 

Reyðir flokkar
Tað sær út til, at reyðir politiskir flokkar læra tað ongantið. Ikki at blanda seg upp í sjálva vinnuna og fríu kappingina um at vinna pengar inn til landið.

 

Tað gongur galið hvørja ferð, og tað skal ongin billa mær inn, at tað verður ørvisið hesuferð.

 

Kappast dag og nátt
Tann rætta vinnan kappast ikki bara innanlands. Hon kappast við alla vinnu í heiminum, dag og nátt, heilagt og gerandis.

 

Her hevur tann almenna sentralstýringin ikki ein tjans í kappingini. Tað almenna liggur ikki vakið um náttina, og um hvussu næsti dagur skal eydnast og yvirlivast, sum fólkið í vinnuni ger og má fyri at yvirlivað.

 

Tann ónda ringrásin
Líka mikið hvussu ein vendir og snarar sokallaðu økis- og menningarkvotunum, og hvussu nógvar nevndir verða settar, so eru hetta politiskar útlutingar, sum fara fram. 
 

Tann ónda ringrásin, sum vit loksins komu burtur úr aftan á svára húsagangin fyrst í nítiárunum, ferð nú í gongd aftur. Tá ið fyrst gongd er sett á politiska útlutan, so steðgast ikki aftur. Øll vilja sjálvandi hava sama rætt til politiska útluting, tað sigur seg sjálvt.
 

Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og tað fer hon tíverri eisini at gera hesuferð. Taparin verður aftur tann sami sum seinast, Føroya fólk.

 

Tann politiska uppgávan

Politiska uppgávan er ikki í einkulheitum at siga, hvør skal hava kvotur ella ikki.

 

Uppgávan hjá politiska mynduleikanum er at gera skipanir og skapa karmarnar og syrgja fyri at hava stabilitet og reglur fyri, hvussu vinnan sjálv kann húsast. Eisini at syrgja fyri, at úrtøkan kemur øllum landsins íbúgvum til góðar. 
 

Tað er tann veruliga politiska uppgávan.

 

Sonevndur liberalur flokkur
Tað almenna skal halda sínar fingrar burtur frá at detailstýra vinnilívinum. Tað gongur heilt vist galið, og sporini ræða.
 

Tað sær tíverri út til, at teir reyðu flokkarnir læra tað ongantíð. Ein sokallaður liberalur flokkur heldur hondina bæði yvir og undir teimum reyðu. Hann kann ikki hava tað gott, sum tikið verður til.

 

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur