Politiska og vinnuliga støðan

16. august 2018


Vágar hava fingið sín part av menningarkvotunum 2018, og tað er at gleðast yvir. Vágar eru seinastu árini dotnar burturímillum, hvat fiskivinnu viðvíkur. At andstøðan við Fólkaflokkinum og Jørgen Niclasen, formanni á odda, hevur roynt at forkoma hesum, undrar nógv. Men hetta er ein erlig sak, nú kenna fólk støðuna hjá andstøðuflokkunum


Viðgerðin av løgmansrøðuni

Ein nýggj tingseta er byrjað. Gjørdi mær tann ómak at lurta eftir løgmansrøðuni og einum parti av viðgerðini av røðuni nakrar dagar seinri. Gjøgnum alla viðgerðina lá í luftirni spenningurin, nú ein týdningarmikil partur av fiskivinnunýskipanini, menningarkvoturnar skuldi sjósetast.

 

Kann ikki verða meira samdur við Bergur Jacobsen í grein “Politikkur og krígsretorikkur” sum hann skrivar í Norðlýsinum 09.08.2018. Einfaldir, illa undirbygdir pástandir og krígsretorikkur, leysaskot út í tóman heim, ongin ítøkiligur boðskapur, ella hvat veljarin kann vænta sær, nú tað stundar til val. Kundi ikki verði betri lýst.

 

At ein broyting í fiskivinnuni fyllir nógv í almenna og politiska rúminum hjá einari fiskivinnutjóð er ikki so løgi. Tilveran hjá einum stórum parti av føroyingum upp gjøgnum tíðina hevur verið partur av hesum.

 

75% av orðaskiftinum um løgmansrøðuna, varð brúkt til at umrøða fiskivinnupolitikkin og sølu av einum trolara, sum altíð hendir í einari dynamiskari vinnu, so ella so.

 

Havi nevnt tað áður, har eru fleiri góð ting í nýggju skipanini, men har eru eisini ting, sum ikki fáa hendurnar upp um høvd, og sum við tíðini helst verða eftirmett og tillagað.

 

Politiska mentanin

Men hóast ymsar meiningar, vóru fleiri spent um føroyskur politikkur er komin víðari, men tey, sum livdu í vónini um breiða undirtøku muga bara ásanna, at vit politiskt ikki eru komin hartil enn, tá talan er um stórmál, har vit øll eiga eitt slag, onkur kanska tvey fyri at fáa pelan rimmafastan.

 

Vit trívast best í einføldum møsni og primitivum politiskum retorikki - selur betur enn at taka ábyrgd og avgerðir.

 

Krígsdansur um uppboðssølu og menningarkvotur

Tað, sum fylti nógv hjá andstøðuni, var ein krígsdansur rundan um uppboðssølu og menningarkvotur, ella politiska útlutan.

 

Ein fær tað at ljóða sum um, at hetta eitt nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki. Men politiskir rossahandlar og útlutan er ikki nakað nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki. Hvat hesum málinum viðvíkur, er spurningurin meira, nær hann er beinleiðis ella óbeinleiðis, og hvat mun tað skuldi gjørt? Tað er upp til áhoyraran ella lesaran at meta um.

 

Nøkur vilja ikki vita av hesari nýggju skipanini, helst tí, at tað kann ganga út yvir teir, sum hava havt og hava fingið kvotur.

 

Fyrsta radikala broytingin, sum øll hava bíðað spent eftir liggur nú á borðinum.

 

Menningarkvotur ella økiskvotur - ella hví ikki kalla tað býti av tilfeinginum ella landsins ognum? Nøkur síggja møguleikan, onnur ilskast.

 

Andstøðan vil forkoma menningarmøguleikum kring landið

At Vágar fóru at fáa sín part, og at fólk hava verið sera spent nú virkið í Miðvági, gamla Snarfrost er sett í snotuligan stand, og Vágarnar seinastu árini eru dotnar burturímillum, hvat fiskivinnu viðvíkur, var væntandi.

 

Men, at andstøðan við Fólkaflokkinum og Jørgen Niclasen, formanni á odda, hevur roynt at forkoma hesum, undrar nógv. Men hetta er ein erlig sak, nú kenna fólk støðuna hjá andstøðuflokkunum.

 

Tað er gott at melda greitt út, hvar man stendur politiskt í ávísum málum. Tað, sum formaður Fólkafloksins gloymdi at upplýsa fólki í Degi & Viku var, hvør skuldi fáa uppboðssølukvotuna, og hvussu ella av hvørjum henda skuldi útlutast, nú hon skal avtakast, um teir koma til valdið.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum er komin í eina margháttliga støðu. Fyrst at siga, at man kundi taka undir við 90% av nýskipanini, fyri síðan at standa uppundir háls við forkláringstrupulleikum.

 

Tann 12. desember 2017 fór Sambandsflokkurin upp í límingini, og bleiv støðan ikki sørt pínlig, tá man skeyt sítt egna uppskot, sum persónar høvdu brúkt nógva tíð uppá, í senk.

 

Umboðini hjá Sambandsflokkinum fóru so langt, sum at leggja eitt boytingaruppskot fram til 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 18/2017: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.

 

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum hevði til endamáls at strika orðingina í lógini, so ongar menningarkvotur kundu útlutast (skal man gráta ella flenna).

 

Hvør verður nú næsti leikur, ella hevur man einki sagt, hevur man heldur ikki sagt nakað skeivt, tað er so eisini ein støða, men um tað vekir álit, er spurningurin. Nú verður politiska lendið taðað. Orðatakið sigur: “Skeri eg teg her, missi eg teg har”.

 

Orðaskiftið í løgmansrøðuni var merkt av persónligum meiningum, hvar í landinum tú var, her messaðu øll í kór.

 

Uppskotini, sum flokkarnir høvdu, tá fiskivinnunýskipanin varð samtykt, vórðu ikki nógv umrødd, heldur var tað ein-mans retorikkur, líkur flugu í fløsku.

 

Heldur enn at proklamera við, at alt skal broytast til tað gamla, tá andstøðan kemur til, kundi Sambandsflokkurin - um uppboðssølan er ein trupulleiki - arbeitt við hugskotinum um at koyrt uppboðssølupartin út til menningarkvotur. Tá byrja nøgdirnar at líkjast nøkrum, sum veruliga kann brúkast til skilagóðan rakstur, langtíðarætlanir og menning.

 

Ríki maður og Lazarus

Kom at hugsa um ríka mann, sum ongar trupulleikar hevði, men ikki vildi lata av ogn síni, meðan fátaki Lazarus royndi at mettast av molunum, ið fullu av borðinum hins ríka.

 

Hetta líknilsi nertur eisini við politiskt vald ella átrúnaðarliga ávirkan og ræði.

 

Ein fiskivinnunýskipan, sum er komin fyri at vera - um at hyggja frameftir

Líkamikið, hvat vit halda, og ikki halda. Eitt nýtt fiskivinnutíðarskeið er byrja, vónandi fólki og samfelagnum at frama.

 

At smærri tillagingar verða gjørdar við tíðini er hugsandi, men at farið verður aftur til gomlu skipanina, verður neyvan undirtøka fyri - livst so spyrst.

 

Tað snýr seg nú um at hyggja frameftir!

 

Eivin Jacobsen


RN


Aftur