Edmund fingið svar um avtalu í NASCO um laksafiskiskap

21. august 2018


Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum um avtalu í NASCO um laksafiskiskap í føroyskum sjóøki


Í svarinum, dagfest 17. august 2018, frá Høgna Hoydal, stendur:

 

Fyrispurningur um avtalu í NASCO um laksafiskiskap í føroyskum sjóøki, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS §52 a)

 

1. Hvat samskifti og samstarv hevur verið millum Føroyar og Danmark í nýliga gjørdu altjóða samtyktini í NASCO um avtalu at fremja reguleringsátøk av laksafiskiskapi í føroyskum sjóøki o.a.?

 

Svar til nr. 1:

Føroyar luttaka saman við Grønlandi í NASCO undir sonevndu DFG-skipanini. Í sendinevndini eru umboð fyri føroyskar og grønlendskar myndugleikar, og talan er um somu skipan, sum er galdandi í NAFO og NEAFC.

 

Síðan uttanríkispolitiska lógin varð samtykt í 2005 hava umboð fyri danskar myndugleikar ikki luttikið í DFG-sendinevndini. Víst verður til grein 1, stk. 2 í uttanríkispolitisku lógini, har hesi viðurskifti eru ásett.

 

2. Hvørjar formligar bindingar snýr avtalan í NASCO seg ítøkiliga um fyri Føroyar, t.d. avtalutíðarskeið, veiðunøgdir, serligar ásetingar?

 

Svar til nr. 2:

NASCO er skipað við støði í grein 66 (Anadromous stocks /laksasløg) í havrættarsáttmála Sameindu tjóða. Í NASCO sáttmálanum er ásett, at fiskiskapur eftir laksi ikki er loyvdur í gýtingarøkinum norðanfyri 36. breiddarstig í Norðuratlantshavi. Somuleiðis er ásett, at fiskiskapur eftir laksi ikki er loyvdur í sjóøkinum hjá limalondunum uttanfyri 12 fjórðingar.

 

Undantakið fyri hesa reglu er, at NASCO kann loyva fiskiskap í føroyskum sjógvi uttanfyri 12 fjórðingar og í grønlendskum sjógvi uttanfyri 40 fjórðingar. Mál um fiskiskap í føroyskum sjógvi uttanfyri 12 fjórðingar verða viðgjørd í einari serligari nevnd.

 

Aðalfundur er í NASCO eina ferð um árið, og hesin fundur er skipaður við einum ráði (Council) og trimum økisnevndum, ið umsita laksafiskiskapin, alt eftir hvar villi laksurin hevur sín uppruna. Nevndirnar eru: North American Commission (NAC), North-East Atlantic Commission (NEAC) og West Greenland Commission (WGC).

 

Harumframt hevur NASCO eina fíggjarnevnd og eina vísindanevnd, sum á ársfundinum fyrireikar vísindaligu spurningarnar, ið verða settir ICES.

 

Í NEAC-nevndini sita Føroyar, ES, Noreg og Russland, og nevndin tekur støðu og ger ásetingar fyri fiskiskap eftir villum laksi við støði í tilmælunum frá ICES. Vanliga verður ein høvuðssemja gjørd fyri eitt trý ára skeið hvørja ferð.

 

Laksastovnurin hevur í mong ár verið sera illa fyri, og tískil hevur tilmælið hjá ICES verið, at ongin fiskiskapur skal verða eftir laksi á opnum havi. Føroyar hava í mong ár havt ta støðu, at laksafiskiskapur í føroyskum sjógvi skal taka støði í tilmælinum hjá ICES og tí hava Føroyar ikki fiskað laks síðan fyrst í hesi øldini.

 

Á fundinum í ár kunnaði umboðið vegna Føroyar um, at Føroyar fara at fylgja tilmælinum frá ICES fyri tíðarskeiðið 2018/19, 2019/20 og 2020/21, sum leggur upp til, at ongin laksafiskiskapur skal verða í hesum tíðarskeiði.

 

Tó boðaðu Føroyar frá, at Føroyar framhaldandi tilskila sær rætt at hava vísindaligan royndarfiskiskap.

 

3. Hvat verður støðan við atliti til laksafiskiskap í føroyskum sjóøki eftir hesa avtalu í NASCO?

 

Svar til nr. 3:

Sí svar til spurning 2.

 

4. Hvørja støðu og ætlanir hevur landsstýrismaðurin við atliti til laksafiskiskap í føroyskum sjóøki og altjóða, sum part av fiskivinnupolitikkinum?

 

Svar til nr. 4:

Í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi er ásett, at lógin hevur til endamáls at tryggja røkt og lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga gagnnýtslu av livandi sjófeingi.

 

Føroyar tilskila sær rætt til at veiða laks í føroyskum sjógvi, við støði í tilmælinum hjá ICES um laksafiskiskap.”

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur