Edmund spyr um herðnarliga virksemið á Eiði og Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga

21. august 2018


Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 21. august 2018 sett Ríkisumboðnum í Føroyum, ein skrivligan fyrispurning (§ 53, stk. 5) um hernaðarliga virksemið á Eiði og Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga


Kann Ríkisumboðið greiða nærri frá:

 

1. Heitt verður á ríkisumboðið um at kanna, um til ber at leita fram ætlanir, tekningar og yvirlit, sum finnast um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga?

 

2. Um hetta tilfar finst, í hvønn mun er hetta alment atkomuligt, og kann hetta tilfar latast føroyskum myndugleikum?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at tað hevur stóran áhuga, bæði søguliga og nú, tá ferðastreymurin til Føroya økist í stórum, at fáa fatur í tilfari, sum stavar frá tíðarskeiðnum undir seinna veraldarbardaga, her serliga um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli.

 

Endamálið við útvegan av hesum tilfari er at skapa tilvitan um, í hvørjum høpi Føroyar vórðu partur av teimum herðnarskipanum, sum vórðu stovnaðar undir seinna veraldarbardaga, um ítøkiliga týdningin av Eiðiskolli o.a., og brúka tilfarið sum almenna upplýsing í undirvísing, kunning til ferðandi o.a.

 

Tilfarið, sum her verður hugsað um, eru ætlanir, tekningar og yvirlit yvir økið við Eiðiskoll, sum jú nógvar søgur ganga um og sum var eitt av týdningarmestu útsýnisstøðunum á norðurmótinum.

 

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at væl vitandi um, at virksemið fór fram undir bretskum hervaldi, so umfatar fyrispurningurin eisini virksemið hjá danska hervaldinum, sum Føroyar eru partur av, tá í samstarvi við bretska hervaldið.

 

Slíkt søguligt tilfar við upplýsingum um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli hevur serligan almennan áhuga bæði á Eiði og í lokaløkinum sum liður í Føroya søgu undir seinna veraldarbardaga.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur