Í løtuni svíkir samfelagið tey, sum tørva hjálp

29. august 2018


Tað er við blandaðum kenslum, at eg lesi svarið frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um vantandi stuðul til óhjálpin fólk heima. Svarið er ikki fyri vanlig fólk at lesa, og sum hava áhuga fyri evninum. Svarið vísir eisini, at tað eru bara pengar, sum avgera alla raðfesting á økinum, heldur enn menniskjalig atlit


Ongin politiskur vilji til at raðfesta stuðul til óhjálpin

Tað, sum er vert at leggja til merkis í svarinum, og sum undrar almikið, er, at upplýst verður, at í juni 2018, standa 38 persónar, sum eru visiteraðir at hava tørv á stuðulstænastum, men sum bíða eftir tænastu. Víðari verður upplýst, at av hesum 38 persónunum, eru 21 persónar, sum bíða eftir at fáa stuðul éin til éin (mín viðmerking: henda skipan verður brúkt, tá talan er um krevjandi røkt av einum persóni fyri at fáa gerandisdagin at virka).

 

Hesir persónar hava familju ella avvarðandi rundan um seg, sum orsakað av vantandi stuðli, sjálvi noyðast at taka sær av hesum uppgávum, heldur enn at fáa tað dagliga at hanga saman, umframt sum onnur vanlig menniskju at kunna halda feriu, njóta frítíðina o.a.

 

Avvarðandi verða soleiðis bundin á hond og fót av at røkja uppgávur, sum ein stuðul eigur at taka sær av.

 

Vit kunnu við hesum upplýsingum frá landsstýriskvinnuni staðfesta, at tað framvegis er langt eftir á mál, tá hugsað verður um at tryggja tað, sum fólk í veruleikanum hava tørv á - í løtuni fáa fólk ikki nærhendis norminum ella tørvinum, sum serkøn mæla til.

 

Eftir hesum at døma er tað vantandi politiskur vilji at raðfesta og loysa trupulleikarnar við stuðli til óhjálpin heima - hetta sjálvt um trupulleikarnir eru sjónliga staðfestir og tað ongantíð hava verið so nógvir pengar í almennu kassunum sum nú.

 

Ongin hevur politisku ábyrgdina

Í spurninginum frá mær verður spurt um, hvør hevur ábyrgdina av persónum, sum ikki fáa nøktandi stuðul, um skaði hendir. Svarið vísir greitt, at roynt verður at flýggja undan politiskari ábyrgd.

 

Í svarinum stendur nevnliga, at tað ikki ber til at svara hesum generelt, men støða má takast til møguliga ábyrgd í hvørjum einstøkum føri eftir galdandi reglum. Her kann ein spyrja, hvat eru galdandi reglur?

 

Tá myndugleikarnir ikki vilja kennast við sína ábyrgd, hvussu skal ein rokna við, at fólk, sum t.d. hava fingið heilaskaða og teirra avvarðandi, skulu taka hesa ábyrgd.

 

Aftur her snýr tað seg um politiskt at taka nøkur menniskjalig atlit og at plasera røttu ábyrgdina, soleiðis at fólk kunnu føla seg trygg.

 

Einfalda og skjóta loysnin er at gera eina skipan, har tað greitt verður ásett, hvør hevur uppgávuna og ábyrgdina av óhjálpnum persónum, og at nøktandi játtan verður veitt til endamálið.

 

Skráseting og telduskipan

Almannaverkið hevur brúkt nógvar milliónir krónir í íløgum og nógva starvsfólkaorku til verkseting av nýggjari telduskipan fyri alt almannaøkið.

 

Hóast tað hevur Almannaverkið ikki skrásetingar, har møguligt er at fáa neyvar upplýsingar um skerdar tímar í 2016, 2017 og 2018 - tað skulu gerast manuellar uppteljingar fyri hvønn einstakan persón øll trý árini, sum spurt verður um.

 

Hetta er ikki nøktandi og eiga slíkar skrásetingarskipanir at fáast at virka skjótast møguligt.

 

Svarið frá Eyðgunn Samuelsen

Í svarinum, dagfest 17. august 2018, frá Eyðgunn Samuelsen, stendur: Les: Svar frá Eyðgunn Samuelsen

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin 


RN


Aftur