Tryggja ríkisborgaraskapin

10. september 2018


Sambandsflokkurin vil útvikla Ríkisfelagsskapin, og fáa hann meira rúmligan og progressivan


Nú fleiri flokkar ynskja loysing frá Danmark, er spurningurin um ríkisborgaraskapurin kann missast.

 

Sambandsflokkurin vil fegin hava Uttanríkisheimildarlógina broytta. Hon var sett í verk í 2005 og hevur líka síðani virkað sum eitt hegn rundan um Føroyar. Lógin vísti seg skjótt at verða ein forðing fyri at fáa víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum.

 

Heldur enn at hava hetta stikið um Føroyar, skulu vit hava møguleika at útvikla okkara samskifti við umheimin. Soleiðis at føroyingar kunnu víðkað sonevndu harmonikuna, sum vit vilja. Áður tingaðust vit við donsku stjórnina, um trupuleikar vóru, og tá bar alt til.

 

Vit eiga at hava røttu heimildirnar á uttanlandsøkinum, har ið føroyingar kunnu gera avtalur við øll lond, og vit skulu ikki avmarkast við Heimildarlógini. Hóast USA ger avmarkingar í mun til onnur lond, so er uttanríkispolitikkur í dag reinur handilspolitikkur. Handil er avgerandi fyri Føroyar, og heimildirnar skulu gerast einfaldari.

 

Ríkisborgaraskapurin

Við førda politikkinum og tráðanini hjá Javnaðarflokkinum á fullveldiskós kunnu vit missa ríkisborgaraskapin. Tí skulu vit verða sera varin við sonevndu ”stjórnarskipanini”, ið fleiri av føroysku flokkunum ynskja at seta í verk. Verður ”stjórnarskipanin” veruleiki, so er helst vandi fyri, at okkara felags ríkisborgaraskapur við Danmark kann missast. Tá missa føroyingar sera nógv rættindi, sum teir hava í dag.

 

Um ríkisborgaraskapurin hvørvur, so spæla vit okkum nokk eisini av við reyða ES-passið. Tað var sambandsløgmaðurin, Edmund Joensen, ið útvegaði føroyingum hetta passið, og sum hevur gjørt tað ómetaliga nógv lættari hjá føroyingum at ferðast um alt Europa, heimin allan, og at fáa arbeiði í ES. Okkara sjómenn, ið eru um allan heim, hava eisini havt ovurstórar fyrimunir av ES-passinum.

 

Fleiri enn 80 prosent av føroyingum brúka ES-passið.

 

Spurningur til Ríkisumboðið

Sambandsflokkurin hevur sett Ríkisumboðnum spurning um hetta sama, og ein av spurningunum ljóðar soleiðis: Kunnu føroyskir myndugleikar, um so skuldi verið, at farið verður úr Ríkisfelagsskapinum, taka danska statsborgaraskapin frá fólki, sum eru búsitandi í Føroyum - ímóti teirra vilja?

 

Sæð í ljósinum av, at statsborgaraskapurin er eitt felagsmál, og at hesi mál verða avgjørd á Christansborg, virkar tað skeivt, at man í tí danska partinum av ríkinum, kann seta í verk dupultan statsborgaraskap uttan, at tað samstundis er galdandi fyri Føroyar

 

Tað valdar stór løgfrøðilig óvissa um hesar spurningar, og tí verður hesin fyrispurningur settur Ríkisumboðnum.

 

Hóast vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins frælsasta landi, so kann vandi vera fyri, at føroyingar fara at missa sín ríkisborgaraskap.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur