
Donsk CPR-nummur til allar føroyingar
11. september 2018
Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur spurt Ríkisumboðið:
- Eru tað nakrar tøkniligar og/ ella løgfrøðiligar forðingar fyri, at føroyingar, frá føðing, fáa eitt danskt CPR-nummar afturat tí føroyska p-talinum?
Viðmerkingar
Frá tí føroyska sjúkrahúsverkinum eru vit vitandi um, at donsku sjúkrahússkipanirnar, sum vit eru knýtt at, brúka donsk CPR-nummur. Hetta hevur við sær trupulleikar í mun til upplýsingar og viðgerð av føroyskum sjúklingum á donskum sjúkrahúsum.
Tá føroyska sjúkrahúsverkið hevur eitt sera umfatandi samstarv við donsk sjúkrahús, er hetta ikki nøktandi og skapar ein ótryggleika.
Tí verður hesin fyrispurningur settur, verður sagt í viðmerkingunum.
RN
Aftur