Ptal/Cpr hevur einki við samband/loysing at gera

12. september 2018



Endamálið við at fáa eitt p-tal sum virkar í bæði føroysku og donsku heilsuskipanini er at tryggja, at allir upplýsingar um sjúkugongdina hjá føroyskum sjúklingum eru atkomuligir har teir skulu brúkast.

 

Føroyska sjúkrahúsverkið sendir uml. 1500 sjúklingar av landinum árliga og hevur neyvt samstarv við danskar serlæknar, sum eisini koma hendanvegin at viðgera.

 

Samskiftið um sjúklingar gerst tí umfatandi báðar vegir, og er loysnin eitt p-tal sum virkar í báðum heilsuverkum, eiga vit at velja tann leistin, heldur enn at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum. Heilsan er tað týdningarmiklasta vit eiga, og tjóðarstoltleikin eigur ikki at sita í eini talgildari talskipan og fora okkum í at velja skilabestu loysnina, okkum øllum til frama.

 

Sambandsflokkurin ynskir at tryggja føroyingum allarbestu fortreytir, tá sjúka gerst partur av lívinum, og evnið eigur tí ikki at gruggast av einum loysing/samband kjaki, men umhandla bestu loysnina fyri sjúklingin.

 

Ingi Mittún
Næstformaður Føroya Væl, Sambandsflokkurin


RN


Aftur