
At taka heiður fyri nakað man ikki eigur
15. september 2018
Sambandsflokkurin samráddist við Karen Ellemann longu í februar 2016, og tá avgreiddi ministarin málið, og síðani er onki hent
Sambandsflokkurin hevur ikki hug til, at gera málið um cpr-nummur til eitt mál við Tjóðveldi. Hetta hevur í grundini einki við Tjóðveldi at gera.
Vit vilja fegin hava, at føroyingar kunnu brúka donsk cpr-nummur, soleiðis at sjúklingar, lesandi og onnur fáa nógv greiðari mannagongdir og lættari við at flyta seg, eitt nú til Danmarkar.
Í hesum talgildu tíðum, har borgarin vil avgreiða síni viðurskifti skjótt og smidligt – hava vit ikki brúk fyri óneyðugum seinkandi forðingum.
Vit skulu brúka teir fyrimunir, vit hava í Ríkisfelagsskapinum, eisini á hesum økinum.
Tað er so sera einfalt, at taka heiðurin fyri nakað, sum man ikki eigur.
Sambandsflokkurin samráddist longu í februar 2016 við Karen Ellemann, sum tá var sosialmálaráðharri.
Hon avgreiddi málið.
At tað eru føroyskir myndugleikar, sum nú liggja á málinum, kann als ikki góðtakast.
Bárður S. Nielsen
formaður Sambandsfloksins
RN
Aftur