Kaj Leo spyr um springaradráp

17. september 2018


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um springaradráp. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvørjar lógarásetingar eru galdandi fyri springaradráp?

 

2. Eru somu lógarásetingar galdandi fyri springaradráp sum fyri grindadráp?

 

3. Eru nakrar vegleiðandi reglur galdandi fyri springaradráp, herundir um nær springarar skuldu haldast til, hvar springarar skulu haldast til, útgerð at taka lívið av springarunum við o.a.?

 

4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja fyri Tingið lógaruppskot, sum bannar springaradrápi, um ja, hví ella um nei, hví?

 

5. Hvørjar reaktiónir hevur landsstýrismaðurin og almennu Føroyar fingið úr útlandinum í sambandi við springaradrápið í Hvalvík 11. september 2018?

 

6. Er brot framt á lógina í springaradrápinum í Hvalvík 11. september 2018?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað hevur vakt ans í almenna rúminum í Føroyum og uttanlanda, at tað herfyri blivu dripnir einir 200 springarar í Hvalvík 11. september 2018. Tað er ikki vanligt, at so nógvir springarar í einum verða slátraðir, hinvegin so fyrikemur tað av og á, at nakrir heilt fáir springarar eru ímillum, tá grind verður slátrað.

 

Tað, sum er serligt við hesum springaradrápinum er m.a., at talan er um nógvar springarar og avlívingin av nøkrum av springarunum fer fram ófantaliga og leingi. Av tí, at talan er um springarar, sum líkjast delfinum, sum vanliga verður fatað sum eitt intelligent kelidjór og milliónir av børnum elska hesi djórini umvegis djóragarðar, uppvísingarparkir, barnabløð og barnafilmar, ja so stendst altjóða øsing av hesum.

 

Spurningurin er tí ikki bara, hvat vit hava rætt til sum tjóð, hvat er politiskt korrekt og hvørt springaraveiða er burðardygg ella ikki - men at vit tora at siga frá og taka eitt skilagott val, øllum landinum at gagni.

 

Avleiðingin av hesum er øðilig kensluliga og materielt, og stendur á ongan hátt, mát við, at nøkur lutfalsliga fá hava hesa meining og vilja tilskila sær henda rætt at drepa springarar, og so á hinari síðuni tær avleiðingar, sum standast fyri okkara samhandil við fiskavørum og ferðavinnuna - avleiðingar, sum kunnu gerast rættuliga samfelagsskaðiligar fyri okkum øll.

 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at ein kanning á t.d. Vágaportalinum eftir springaradrápið 11. september 2018, vísti at ein stórur meirluti av føroyingum eru fyri at steðga springaradrápi.

 

Tað er so nógv, sum vit kunnu siga okkum at hava rætt til, men vit skulu øll onkursvegna liva saman í hesari verðini og helst í einari góðari javnvág.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur