Kaj Leo spyr Rigmor um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø

20. september 2018


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Er gjørd nøkur tørvsmeting av bakkaverju í Kirkjubø - um ja, hvat er úrslitið av hesari tørvsmeting og um nei, hví er henda tørvsmeting ikki gjørd?

 

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um at gera bakkaverju í Kirkjubø?

 

3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja uppskot fyri løgtingið um at játta pening til bakkaverju í Kirkjubø?

 

4. Hevur Landsstýriskvinnan havt samskifti við landsstýrismannin í samferðslumálum og tunnilsfelagið um útvegan av gróti frá Sandoyartunlinum til bakkaverju í Kirkjubø?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað er fleiri ferðir víst á tørvin at gera eina bakkaverju í Kirkjubø við tí endamáli at verja fornminnini, Múrin og Ólavskirkjuna, sum eru í alt størri vanda fyri at fáa óbótaligan skaða av ódnarveðrið og serliga brimi, sum spakuliga etur seg longur og longur inn í landslagið.

 

Landið hevur ábyrgdina av forminnunum í Kirkjubø og hevur tí skyldu at gera nakað munagottt og ítøkiligt, áðrenn skaði stendst á hesi fornminni. Eitt nú hevur landsstýriskvinnan skyldu at meta um, hvat tað kostar at gera slíka bakkaverju og leggja fyri Løgtingið uppskot um játtan til at gera nakað við málið.

 

Higartil er onki, sum bendir á, at tað fyriliggur nøkur ítøklig ætlan frá landsins myndugleikum um at verja hesi fornminni við bakkaverju - bara óendaligt kjak og ongar loysnir og tiltøk.

 

Hetta er ikki eitt kommunumál, tí ein kommuna hevur ikki myndugleika á økinum, men tað hevur landsmyndugleikin.

 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í sambandi við ætlaðu tunnilsgerðina til Sandoynna, hevur tunnilsfelagið havt trupulleikar at sleppa av við grótið, og tí hevði tað verið upplagt at brúkt hetta grót til eina bakkaverju í Kirkjubø - sum eisini liggur tætt við har grótið kemur út.

 

Fólk á staðnum hava eisini víst á tørvin á tiltøkum fyri at verja okkara forminni.

 

Landið hevur nú ein gyltan møguleika at fáa grót frá Sandoyartunlinum til bakkaverju.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur