Kaj Leo fingið svar um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø

1. oktober 2018


Kaj Leo Holm Johannsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø


Í svarinum, dagfest 27. september 2018, frá Rigmor Dam, stendur:

 

“Svar upp á fyrispurning nr. 14/2018 eftir tingskipanini § 52a frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, um bakkaverju fyri fornminni í Kirkjubø, settur landsstýriskvinnnuni í mentamálum, Rigmor Dam.

 

Svar til 1: Er gjørd nøkur tørvsmeting av bakkaverju í Kirkjubø - um ja, hvat er úrslitið av hesari tørvsmeting og um nei, hví er henda tørvsmeting ikki gjørd?

 

Við umboðum fyri Tjóðsavnið, Landsverk, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið hevur ein arbeiðsbólkur gjørt kanningar- og fyrireikingararbeiði í sambandi við tiltøk, ið skulu gerast at verja fornminnini í Kirkjubø. Arbeitt verður við eini loysn, sum tryggjar verju av fornminnunum og sum tekur atlit til mentanarlandslagið og náttúruna í økinum.

 

Ólavskirkjan, sum er sóknarkirkja í Kirkjubø, er vard móti sjónum við einum verjumúri frá umleið 1874. Í støðum er verjumúrurin nakað farin, við tað at brimið hevur máað burtur av verjumúrinum. Kanningar í summar vístu, at heldur enn at gera ábøtur á gamla múrverkið, verður mælt til, at verjumúrurin verður gjørdur av nýggjum. Harafturat verður helst mælt til, at brimbrótarar, ið ikki eru sjónligir, verða lagdir longri úti í víkini.

 

Á vegnum, ið gongur niðan fyri Kirkjubømúrin, skolar tilfar undan, tá brim er. Eisini í hesum føri verður mælt til, at gøtan verður gjørd av nýggjum, og at størri grót helst verður lagt sum brimverja longri úti á víkini. Ætlanin er eisini at tryggja bakkan fram við Kirkjubømúrinum út til Líkhús, ið liggur sunnan fyri Múrin. Íalt er økið, har talan er um at gera bakkaverju, umleið 250 m.

 

Gongd verður nú sett á arbeiðið at kanna havbotnin í sambandi við ætlaðu brimbrótararnar og at prosjektera múrverju, bakkaverju og gøtu niðanfyri Kirkjubømúrin. Hetta arbeiðið kann verða liðugt komandi ár.

 

Svar til 2: Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at gera bakkaverju í Kirkjubø?

Og 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játta pening til bakkaverju í Kirkjubø?

 

Tá spurningurin um ábyrgd av at gera bakkaverju varð umrøddur fyri nøkrum árum síðan, varð staðfest, at einki lógargrundarlag er, ið staðfestir, hvør hevur ábyrgdina av at gera bakkaverjur kring landið, og eingin semja er gjørd millum land og kommunur um uppgávu- og ábyrgdarbýtið. Tó er greitt, at landið varðar av fornminnunum, og tað var við støði í hesum, at 1 mió. kr. vórðu settar av á løgtingsfíggjarlógini 2018 til at gera bakkaverju í Kirkjubø og møguliga aðrastaðni við.

 

Játtanin røkkur tó ikki til at fáa sjálva verkætlanina framda, og fyrr enn prosjektering og forkanningar eru lidnar, fyriliggur ikki endaligur kostnaður av verkætlanini.

 

Peningur er, sum er, ikki settur av á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2019 til at fremja verkætlanina.

 

Til 4: Hevur landsstýrismaðurin havt samskifti við landsstýrismannin í samferðslumálum og tunnilsfelagið um útvegan av gróti frá Sandoyartunlinum til bakkaverju í Kirkjubø?

 

Tá forkanningar og prosjektering av bakkaverjuni í Kirkjubø eru liðug, ber til at siga, um tilfar úr Sandoyartunlinum møguliga kann brúkast til endamálið.

 

Enn hevur ikki verið samskift við landsstýrismannin í samferðslumálum um at útvega grót úr Sandoyartunlinum til endamálið.”

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur