Magnus spyr um inntøkur til landskassan frá fiski- og alivinnuni

1. oktober 2018


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um inntøkur til landskassan frá fiski- og alivinnuni. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu stór samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan hevur verið í 2016 og 2017 - greinað á inntøkuslag?

 

2. Hvussu stór samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan hevur verið í 2016 og 2017 - greinað á inntøkuslag?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at fiskivinnan og alivinnan eru fíggjarligu grundsúlurnar undir føroyska samfelagnum. Seinastu árini hevur gingið væl í fiskivinnuni - serliga hjá uppisjóvarvinnuni. Somuleiðis hevur gingið sera væl í alivinnuni seinastu árini. Tó skulu vit bert nøkur  ár aftur í tíðina, tá bæði fiskivinnan og alivinnan høvdu tað sera trupult og illa stóð til.

 

Sveiggini í hesum báðum vinnum hevur sera stóra ávirkan á fíggjarligu fortreytirnar í føroyska samfelagnum og eisini hjá landskassanum.

 

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í januar 2017 setti hann líknandi fyrispurning og fekk tá samlaðu inntøkur landskassans í báðum vinnunum frá 1997 og fram til og við 2015.

 

Seinastu tvey árini hava verið hendingarík í báðum hesum vinnum og er tí áhugavert at frætta, hvussu hetta hevur ávirkað landskassan fíggjarliga.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur