Tjóðveldismaðurin uttan heimildir

7. oktober 2018



Misskilta nationalisman er komin undan kavi aftur. Fleiri hildu, at hon var horvin, men nú er hon aftur í besta blóma i Tjóðveldisflokkinum.

 

Føroyingar hava ómetaliga trupult við at taka tjóðvelisfólk á Fólkatingið í álvara, tá ið ongar heimildir eru fyri teirra misskiltu nationalismu.

 

Á Fólkatingið tala tey um at fáa eina Katalanska grundlóg galdandi í Føroyum. 

 

Skulu føroyingar góðtaka eina Katalanska grundlóg? Sum vil taka øll rættindi frá føroyingum. Tjóðveldi má verað frá sans og samling. Hetta er jú ørvitisprát út um alt mark.

 

Ongar heimildir
Tjóðveldismaðurin á Fólkatingið hevur als onga heimild til at seta okkara felags Grundlóg til viks, og seta eina Katalanska grundlóg í staðin. 

 

Heldur ikki hevur tjóðeldismaðurin heimild til at leggja fólkatingssessirnar niður.

 

Ei heldur til at lata frá føroyingum milliardina sum telur 20% av føroysku løgtingsfiggjarlógini.

 

Eingin er yvir ella við síðuna av Løgtinginum. Okkara Løgting er suverent.

 

Vit kunnu ugga okkum við, at vit eru so von við, og at eisini eru danskir fólkatingslimir vanir við, at Tjóðveldi spýr gor gall úr sær á Fólkatingið.

 

Teir royna at hevja seg upp um øll onnur, men vit vita eisini, at eingin tekur undir við vanvidinum, men vakurt at hoyra uppá er tað ikki.

 

Føroysk rættindi
Tjóðveldi hevur allar tíðir viljað sett føroysk Grundlógarrættindi í vanda. 

 

Felags Grundlógin gevur føroyingum full ríkisrættindi. Eisini rættindi til at flyta okkum út í Europa og um allan heim, eitt nú við reyða passinum.

 

Tjóðveldi vil leggja Føroyar uttan fyri alt og isolera Føroyar í Atlantshavinum.

 

Man undrast yvir, at tjóðveldisfólk taka undir við hesum.

 

Hetta er týðandi at hava í huga, tá fólkatingsval verður.

 

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur