Endurvenjingin - broyting krevst

8. oktober 2018



Øll kunnu vit verða rakt av sjúku ella vanlukku, sum ger, at vit fáa brúk fyri endurvenjing.

 

Í grannalondunum er henda endurvenjingin væl skipað, meðan í Føroyum eru støðan alt annað enn góð. Vit frætta av og á í fjølmiðlunum um familjur, sum eru í svárari neyð, tí tann sjúkuraktið fær ikki neyðugu viðgerðina og hjálpina.

 

Í Føroyum er støðan tann, at fyri 2015 varð øll endurvenjing skipað av landinum, men eftir 2015, gjørdist økið tvíbýtt, tá  eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita. Also, eru tað bæði kommunur og land, sum hava ábyrgdina og umsita endurvenjingina. Eg veit ikki heilt, hvussu  kommunurnar røkja uppgávuna hjá borgarunum yvir 67 ár, men hjá landinum haltar alvorliga.

 

Spurningurin kann tí setast, hví endurvenjingin hjá landinum ikki virkar væl. Her er vert at leggja merki til, at í kunngerð nr. 20 frá 21. mars 2017 um endurvenjing innan Almannaverkið, stendur í grein 1, stk. 4: Endurvenjing sbrt. hesari kunngerð fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing

 

At endurvenjingin hjá landinum ikki fevnir um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing er snøgt sagt ikki í lagi. Hetta má vera eitt mistak.

 

Fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing - sjálvsagt saman við endurvenjing - eru alneyðugir tættir í samlaðu viðgerðini. Hetta má síggjast sum ein heild, og tí má avvarandi landsstýriskvinnan koma á banan og beinanvegin fáa broytt forsorgarlógina, soleiðis at hon eisini tekur fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing við.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum má tí beinanvegin fáa rættað hetta mistak.

 

Sambandsflokkurin ætlar, ið hvussu so er at virka fyri at menna og styrkja endurvenjingarøkið, alt sum tað er.

 

Magnus Rasmusssen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur