Um virðisøking av fiski

12. oktober 2018


Fyrispurningur um virðisøking av fiski, settur Poul Michelsen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


- Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at tryggja, at virðisøkingin av føroyskum fiski fer fram áðrenn fiskurin verður fluttur av landinum?

 

Viðmerkingar

Føroyingar hava gjøgnum nógv ár uppbygt eina vitan innan fiskivinnu á sjógvi og landi. So leingi sum fiskurin verður viðgjørdur í Føroyum, verður hendan vitanin varðveitt, men skjótt er at missa hana aftur, um viðgerðin verður flutt til onnur lond. Í løtuni er hetta ein stór avbjóðing, tí orsaka av millum annað lønarviðurskiftum, eru føroysk virki ikki kappingarfør við virki uttanlands. Tí liggur eitt støðugt trýst á, at fáa flutt arbeiðið til virki uttanlands. Hetta merkir samstundis, at stórt tal av arbeiðsplássum við framleiðsluvitan hvørvur

 

Nógv verður tosað um týdningin av, at virðið á fiskinum ikki má minka, meðan fiskurin er umborð á skipunum, men lítið hevur verið at hoyrt um virðisøking á landi. Ein fær varðhugan av, at tosið um virðisøking røkkur bara til bryggjukantin.

 

Okkara mál má vera, at alt tað føroyska samfelagið skal fáa so nógv sum til ber burturúr hvørjum kilo av fiski sum verður flutt av landinum. Her eigur bæði at vera hugsa um hagreiðingina umborð á skipum og virking á landi.

 

Føroysk virki kappbjóða í dag við útlendsk virki um føroyska fiskin. Útlendsku virkini selja fisk til somu keyparar, sum føroysku virkini selja til. Prísurin er eisini tann sami. Men av tí at útlendsku virkini rinda munandi lægri tímalønir enn føroysku virkini gera, kunnu tey bjóða skipunum hægri prís. Við øðrum orðum sosial dumping av føroyskari rávøru.

 

Eitt útlenskt virki sum bjóðar eitt 10 oyra meira fyri hvør kilo enn eitt føroyskt virki bjóðar, fær allan fiskin og vinningurin av føroyska fiskinum liggur tí í útlandinum.

 

Fíggjarliga talar tí alt fyri, at føroyskir virkiseigarar flyta sítt virksemi til onnur lond, og harvið missa vit vitanina, sum vit hava bygt upp. Tí verður spurt, hvat landsstýrið ætlar at gera við hesa avbjóðingina?

 

Á Løgtingi, tann 12. oktober 2018

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur