Íbúðarbyggingin undir Kongavarða - ikki nóg grøn

23. oktober 2018


Tórshavnar Kommuna hevur latið útbjóðingartilfar til íbúðarbygging undir Kongavarða, men kommunan setir alt ov nógvar treytir, og serliga tá talan er um hitaskipanina


Í treytunum í útbjóðingartilfarinum til íbúðarbyggingina undir Kongavarða stendur m.a., at orkuskipanin skal verða fjarhiti og verður íbindingin í fjarhitaskipanina løgd í samráð við fjarhitafelagið.                 

 

Fjarhitafelagið er ikki einasta alternativ til grøna orku, nú vit skriva 2018, tvørturímóti.

 

Fjarhitafelagið hevur ongantíð brent so nógva olju sum í 2017.

 

Um fjarhitafelagið hevði fingið ein el-ketil, kundi Fjarhitafelagið fingið yvirskotsorku frá vindmyllunum í Húsahaga og harvið hevði fjarhitafelagið verið nógv grønari, enn tað er í dag. Tá høvdu vit verið við til at gera okkara fjarhitafelag grønari.

 

Hin orsøkin er tann, at tað eru meira framkomnar grønar orkuloysnir, sum fólk ynskja, t.d. hitapumpur, jarðhiti o.a.

 

Treytirnar, sum verða settar í hesum útbjóðingartilfarinum eru ikki dagførdar við dagsins valmøguleika á grøna økinum. Við hesum treytum útiloka vit aðrar grønar orkumøguleikar,  men tvinga tey at knýta í fjarhitan - tá hann einaferð kemur út har og nær verður tað?

 

Meðan vit bíða, brenna vit svarta olju - tað er ikki tann grøna leiðin vit leggja upp til við hesum treytum.

 

Hitamiðstøðin undir Kongavarða er yvirtikin við 2 ketlum, sum brenna olju - hví hevur man ikki sett hitapumpur upp har?

 

Fjarhitafelagið er ikki einasta grøna orkuloysn, nú vit skriva 2018. Tað eru aðrar meira framkomnar orkuloysnir, sum fólk spyrja eftir og ynskja. Tí er tað skeivt, at sitandi meiriluta í býráðnum at seta hasar treytirnar í útbjóðingartilfarið til íbúðarbyggingina undir Kongavarða.

 

Tórshavnar Kommuna eigur at vísa til alternativar grønar orkuloysnir og lata fólk sjálvi velja, hvørjar orkuloysnir tey ynskja og vilja hava.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Aftur