Nýggj rehabiliteringslóg frá Sambandsflokkinum

6. november 2018


Sambandsflokkurin skjýtur upp fyri Løgtinginum eina góða endurvenjing fyri øll tey, sum eru sjúkurakt ella hava mistan førleika, og tað krevur broytingar í lógini um Sjúkrahúsverkið og uppskot um eina menningarætlan fyri rehabilitering til Løgtingið


Sambandsflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtigið um rehabilitering ella fulla endurvenjing fyri tey, sum eru sjúkurakt ella hava mistan førleika. 

 

Hetta er bráðneyðugt í Føroyum, tí tilboðini eru avmarkað, og vandi er fyri, at tey, ið hava brúk fyri endurmenning, kunnu detta burturímillum og onga endurvenjing fáa. Upplýst er, at umleið 15.000 fólk í Føroyum hava skaðar, ið krevja rehabilitering.

 

Sambandsflokkurin vónar, at aðrir flokkar vilja taka undir við uppskotinum, sum skal geva okkara borgarum eina nógv betri tænastu á rehabiliteringsøkinum.

 

Ókeypis endurvenjing

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum merkir m.a., at Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið veitir ókeypis rehabilitering, og í sambandi við sjúklingin skal ein samskipað rehabiliteringsætlan gerast. Eingin samskipari er í dag knýttur at sjúklinginum og teimum avvarðandi, sum kann tryggja og hava ábyrgd av heildartænastum, sum borgarin skal hava.

 

Møguleiki fyri taluundirvísing er eisini avmarkaður, og stórt brúk er fyri tílíkari ráðgeving.

 

Avvarðandi megna ikki einsamøll

Ofta eru tað tey avvarðandi, makin, foreldur, børn ella systkin, ið hava samskipandi leiklutin. Oftani hoyrist frá avvarðandi, at tað eru ov nógvar uppgávur, sum tey skulu taka sær av, og sum tey ikki megna at taka sær av.

 

Tí er brúk fyri samskipara ella samskiparum í Heilsuverkinum.

 

Í lógaruppskotinum er m.a. greitt frá, at tað er neyðugt at lyfta rehabilitering upp á eitt altjóða støði. Harumframt virkar rehabilitering ikki sum ein samanhangandi tvørfaklig skipan, har rættindi og skyldur hjá borgarunum eru tryggjaði, og at fólk aftur kunnu koma at virka í gerandisdegnum.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur