Helgi spyr løgmann um Selatraðarvegin

14. november 2018



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

 

Fyrispurningur um viðlíkahald av Selatraðvegnum, settur Akesli V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

 

- Verða pengarnir sum eru játtaðir til at bøta um Selatraðarvegin brúktir í ár?

 

Viðmerkingar

 

Vegurin til Selatraðar er ein smalur einbreytaður vegur, har undirlendi er vánaligt í støðum.

Pengar hava ongantíð verið játtaðir til eina samlaða dagføring av vegnum, og tí hevur Landsverk

valt at dagføra og umvæla ringastu strekkini, tá játtan hevur verið til endamálið.

 

Í ár eru játtaðar 1,5 mió. krónur til at bøta um Selatraðarvegin, men nú vit eru komin út í hálvan november, og framvegis einki er gjørt við vegin, verður spurt, um hesir pengarnir verða brúktir í ár.

 

Á Løgtingi, tann 14. november 2018

 

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur