Politiskur kjakfundur um bústaðarpolitikk og bygging í Tórshavn

21. november 2018


- á Østrøm í Tórshavn, 16. januar 2019, kl. 19.00-21.20


Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, skipar fyri politiskum kjakfundi í nýggja árinum.

 

Heitið á fundinum: Bústaðarpolitikkur og bygging í Tórshavn - bústaðir til øll

 

Fundurin verður 16. januar 2019, kl.19.00-21.20 - á Østrøm, Tórshavn

 

 

Evnið er valt í sambandi við stóru bústaðarneyðina, serliga í Tórshavn.

 

Tey, sum fara at taka lut vera lands- og kommunalpolitikarar, serfrøðingur úr Føroyum og útlandinum o.o. við stórum innliti í og vitan um bústaðarpolitikk og bústaðarbygging.

 

Føroya Væl heldur, at tørvur er á einum breiðum politiskum kjaki um, hvør bústaðartørvurin veruliga er í høvuðsstaðnum og hvør loysn er á bústaðartørvinum.

 

Skráin kemur út seinni.

 

Nevndin í Føroya Væl

Johan Dahl, formaður



Aftur