Vantandi lønarvøkstur í høvuðsvinnunum

23. november 2018


Í eini tíðindasending nú um dagarnar, so hoyrdu vit, at lønarútgjaldingarnar í Føroyum vaksa og ongantíð hava verið so stórar sum nú - tað er at gleðast um


Gongdin seinastu trý árini

Hyggja vit nærri eftir tølunum fyri lønarútgjaldingarnar teir fyrstu 10.mðr., seinastu trý árini, (sí talvuna/stabbarnar niðanfyri),  so síggja vit, at samlaðu lønarútgjaldingarnar eru nógv øktar. Tó er vert at leggja merki til, at vøksturin er í:

- Byggivinnuni o.a. tilvirking

- Privatu tænastuvinnuni

- Almennum tænastum

 

Men støðgur er komin í lønarútgjaldingunum í :

- Fiskivinnuni o.ø. ráevnisvinnum

 

Eg eri væl vitandi um, at tíðarskeiðið er stutt, og at sveiggj altíð eru, men tað er vert at leggja til merkis og vert at leggja sær í geyma, at lønarútgjaldingarnar í høvuðsvinnum okkara eru uppstøðgaðar/ minkaðar.

 

Kelda: Tøl frá Hagstovu Føroya. Egin uppseting av talvu

Kelda: Tøl frá Hagstovu Føroya. Egin uppseting av grafikki

 

Fylgjurnar, um broyting ikki kemur í

At lønarútgjaldingarnar í høvuðsvinnum okkara eru uppstøðgaðar/ minkaðar, tað er álvarsligt.  Um hesar lønarútgjaldingar ikki aftur fara at økjast, so vil tað m.a. viðføra, at lønarútgjaldingarnar í øðrum geirum fara at minka, um ikki so langa tíð, og tá fara vit av álvara at merkja eina afturgongd.

 

Og minka samlaðu lønarútreiðslurnar, so hevur tað jú beinleiðis og skjóta ávirkan á m.a. kommunu- og landsskatt, mvg og onnur gjøld - alt slíkt, sum er við til at fíggja okkara vælferðarsamfelag.

 

So einfalt kann hetta sigast!

 

Framtíðín

Eg vóni, at lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni o.ø. ráevnisvinnum aftur fara at økjast, tí um tað ikki hendir, so óttist eg fyri góðu samfelagsgongdini, sum verið hevur seinastu árini.

 

Tað er ikki bert ein orsøk til hesa uppstøðging í lønarútgjaldingunum í fiskivinnuni o.ø. ráevnisvinnum - tær eru nokk fleiri. Vit, sum eru á politiska pallinum mugu, ið hvussu so er, syrgja fyri, at tað ikki eru vit, sum eru (lutvíst) orsøk til hesa ivasomu gongd.

 

Vit mugu allatíðina tryggja allari vinnu bestu fortreytir og har er íroknað, at føroyska vinnan hevur minst líka góðar treytir, sum vinnan, sum vit kappast við í útlandinum.

 

Klára vit hetta, og tað ber væl til, so hava vit gjørt okkara part.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur