Landsstýrið ger einki við smáu valstøðini

5. desember 2018


Landsstýrið arbeiðir ikki við at gera valini á smáplássunum loynilig. Tað kom fram í einum munnligum fyrispurningi, sum Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í morgun setti Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu


Rættarnevndin hevur júst lagt álit fram í málinum um at broyta vallógina, soleiðis at valini kunnu gerast meira loynilig á smáplássunum. Meirilutin skrivar í álitinum, at heldur enn at taka undir við uppskotinum, vilja tey heita á landsstýriskvinnuna um at greina málið nærri. Tað sama skrivaði meirilutin eisini tann 11. apríl í ár, tá sama uppskotið varð viðgjørt í løgtinginum.

 

Helgi Abrahamsen spurdi tí Sirið Stenberg á tingfundinum í dag, hvat ítøkiligt landsstýrið hevur gjørt síðani tann 11. apríl í ár (tá fyrra álitið varð lagt fram), fyri at greina vallógina. Eisini spurdi hann, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði hesum viðvíkjandi.

 

Hevur einki gjørt

Sirið Stenberg svaraði Helga Abrahamsen, at hon tíðliga í hesum valskeiðinum legði eitt annað uppskot fram, um at geva kommununum loyvi til at niðurleggja valstøð, men av tí at tað ikki fekk undirtøku, hevði hon einki annað gjørt við málið.

 

So hóast samgongan í apríl mánaði feldi uppskotið hjá Sambandsflokkinum við teirri grundgeving, at landsstýriskvinnan skuldi greina vallógina nærri, og hóast landsstýriskvinnan einki hevur gjørt við málið síðani, so mælir rættarnevndin aftur nú til at fella málið við teirri grundgeving, at landsstýriskvinnan skal greina málið.

 

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um smáu valstøðini kemur til 2. viðgerð á tingfundinum í morgin.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur