Hví ikki taka av tilboð um miðstøð fyri diabetes?

6. desember 2018


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um tilboð frá Novo Nordisk-grunninum at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Kann landsstýriskvinnan greiða nærri frá:

 

1. Hvat snýr umsóknin frá Novo Nordisk-grunninum seg um at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum?

 

2. Hvørjar ítøkiligar grundgevingar brúkar Heilsu- og Innlendismálaráðið fyri ikki at taka av tilboðnum at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum?

 

3. Hvønn myndugleika, stovn ella aðrar áhugabólkar hevur Heilsu- og Innlendismálaráðið ráðført seg við um avgerðina?

 

Viðmerkingar

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur valt ikki at taka av einum tilboð frá danska Novo Nordisk-grunninum, sum bjóðar sær til at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum.

 

Eingin grundgeving fylgir við brævinum úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum um ikki at taka av tilboðnum, sum er undirskrivað av aðalstjóranum.

 

Tað frættist í fjølmiðlunum, at avgerðin hevur loypt hvøkk á Diabetisfelagið, sum ikki eingong hevur fingið kunning um tilboðið, ið sambært felagnum hevði verið kærkomið hjá teimum 3.000 til 4.000 føroyingunum við diabetis.

 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at Føroyar eiga at taka lut í øllum virksemi, sum kann betra um viðgerðir í heilsuverkinum og sum kann menna føroyska sjúkrahúsverkið. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur