
Politiskur kjakfundur um bústaðarpolitikk og bygging í Tórshavn
14. desember 2018
Sambandsflokkurin skipar fyri politiskum kjakfundi undir heitinum “Bústaðarpolitikkur og bygging í Tórshavn - bústaðir til øll." Á fundinum fara fólk við hollum kunnleika og royndum innan bústaðarpolitikk og bygging í Tórshavn og Reykjavík at halda framløgur og røða um støðuna á bústaðarøkinum. Hvussu fáa vit meira gongd á íbúðarbygging í miðstaðarøkinum, hvussu nøkta vit ymiska bústaðartørvin og hvussu kann privata byggivinnan í størri mun taka lut
Fundurin verður mikukvøldið tann 16. januar 2019, kl. 19.00-21.20 - í Tórshavn, á Østrøm.
Talan er um ein politiskan kjakfund, hvørs endamál fyri tað fyrsta er at lýsa støðuna og teir trupulleikar, sum eru á bústaðarmarknaðinum í miðstaðarøkinum og harvið varpa ljós á tørvin á hóskandi og munagóðum bústaðarloysnum.
Harafturat er endmálið at seta meira gongd á arbeiðið at byggja hóskandi bústaðir. Eisini er endmálið at vísa á ítøkiligar loysnir innan bústaðarbygging.
Skráin er býtt í tríggjar partar:
- Fyrsti partur snýr seg um, hvørjar avbjóðingar vit hava á bústaðarmarknaðinum í miðstaðarøkinum.
- Annar partur snýr seg um, hvussu bústaðarøkið er skipað í Reykjavík, og hvat vit kunnu læra av teimum umframt hvørjar ætlanir eru um alment og privat byggjarí.
- Triðji partur snýr seg um tiltøk, sum skulu til fyri at veruleikagera munagóð framstig á bústaðarmarknaðinum, serliga innan lóggávuna og praktiskar loysnir.
Skráin fyri politiska kjakfundin verður send út í næstu viku.
Sambandsflokkurin
RN
Aftur