Uppstillingarfundur í Suðurstreymoy

21. desember 2018


12. februar, kl. 19.00-21.00, hjá Bátafelagnum í Vágsbotni, Tórshavn


Tíðin styttist til løgtingsval í 2019.

 

Føroya Væl skipar tí fyri øðrum uppstillingarfundi til løgtingsval, týskvøldið 12. februar 2019, kl. 19.00-21.00 - í hølunum hjá Bátafelagnum í Vágsbotni, Tórshavn.

 

Sambandsflokkurin hevur sítt størsta veljaragrundarlag í Suðurstreymoy og tí ræður eisini um at uppstilla eitt toymið av valevnum, sum kann vera við til at tryggja flokkinum so nógvar atkvøður sum gjørligt. Støddin og styrkin av Sambandsflokkinum stendur og fellur við umboðanini í hesum økinum.

 

Skrá

1. Vælkomin, Johan Dahl

2. Politiska kósin hjá flokkinum. Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

3. Hví stilla upp fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy? Johan Dahl

4. Tørvurin á valevnum - ein hóskandi og sterk samanseting? Johan Dahl

5. Uppstilling av valevnum. Valevni bjóða seg fram

6. Annað

 

Høvið verður at møta okkara politikarum.

 

Øll sambandsáhugað eru vælkomin.

 

Johan Dahl

formaður fyri Føroya Væl



Aftur