Íslendingur á politiskum kjakfundi um bústaðarpolitikk og bygging

14. januar 2019


Íslendingurin, Hrólfur Jónsson, luttekur á politiska kjakfundinum, “Bústaðarpolitikkur og bygging í Tórshavn - bústaðir til øll”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, mikukvøldið 16. januar, kl. 19.00-21.20, á Østrøm. Har fer hann at umrøða bústaðarpolitikk og byggiætlanir í Reykjavík - ein høvuðsstaður í vøkstri


Á fundinum fer íslendingurin Hrólfur Jónsson at greiða frá bústaðarpolitikki og byggiætlanum í Reykjavíkar Kommunu. Hrólfur hevur arbeitt í Reykjavíkar Kommunu sum stjóri fyri ognar- og búskaparstýrið í umleið 6 ár. Stýrið hevur tikið lut upp á ymiskar mátar í bústaðarpolitikkinum í Reykjavík.

 

Hrólfur hevur holla vitan um privata húsamarknaðin umframt sosiala geiran og non-profit bústaðarbygging til eldri fólk.

 

Reykjavíkar Kommuna hevur arbeitt við nógvum ymiskum verkætlanum saman við non-profit feløgum og felagsskapum við tí endamáli at nøkta eftirspurningin eftir bústøðum og fyri at loysa trupulleikarnar við hækkandi bústaðarprísum. 

 

Eisini brúka íslendingar nógva orku uppá planlegging og halda, at planlegging hevur alstóran týdning á bústaðarøkinum - bæði heildarplanir og lokalplanir.

 

Á fundinum fer eisini Elin Hentze, frá Búgva og Andras Róin, stjóri á Bústaðir at leggja fram. Annika Olsen, borgarstjóri í TK, fer at greiða frá bústaðarpolitikkinum og byggiætlanum í Tórshavn.

 

Harafturat fara Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Annfinn Brekkstein, býráðslimur í TK og Johan Dahl, formaður í Føroya Væl at leggja fram.

 

Les meira: Skrá fyri politiska kjakfundin um bústaðarpolitikk og bygging í Tórshavn

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur